Hans Marius Ziska, AVE, Jensina Olsen og Eyðun Ásason fara á pall, tá Reinsaríið leygarkvøldið heldur tvey ára føðingardag. Eitt tónlistarligt sjálvtøkuborð, ið eisini avspeglar litfagra virksemið, ið hevur verið í spælistaðnum í Tórsgøtu seinastu tvey árini.
Síðan seinasta føðingardagin hava navnframir útlendingar sum Kris Kristoffersen, Mauro Patricelli, Arne Würgler, Simon Lynge og Larry Gatlin vitjað pallin, men enn sum áður hava tað verið nógvu dugnaligu føroysku nøvini, ið hava fylt pallin kvøld eftir kvøld. Ella skuldu vit sagt pallarnar, tí Reinsaríið er ikki bert ein pallur, við Perluni, nýggja takinum omaná Perlutúninum, umframt Ostahúsinum, so er hetta vorðin ein sannur kraftdepil innan mentan.
Nógvar minniligar løtur hava verið seinasta árið, eitt nú tá nøkur av okkara bestu tónlistarfólkum fóru á pall saman á stóru Rokksøgukonsertini, ella tá fýra av okkara størstu trubadurum, Kári P., Hanus G. Johansen, Martin Joensen og Stanley Samuelsen fóru á pall saman til tað fyrsta “Um Tónleikin” tiltakið, ella tá Hjarnar spældu á síni legendarisku comeback tourne her.
Nógv afturvendandi tiltøk hava fingið sítt heim í Tórsgøtu, eitt nú Sement, Wacken Metal Battle, Orð og Tónar og Blues Perlan. Men man sleppur heldur ikki undan at taka Open Stage/ Open Mic fram. Hetta tiltak hevur skjótt hálvt annað ár á baki, og enn hevur ein ein nýggjur tónleikagestur verið til hvørt tiltak. Tað mest serliga við hesum tiltakið er tó, tá pallurin verður latin upp, og gávuríkir gestir sleppa at framføra, her hava bæði glaðir amatørar og toppprofessionell listafólk framført.
AVE - meira enn Petur + Benjamin
Nú verður Reinsaríið tvey ár, og tað verður hátíðarhildlð, við eini konsert við nøkrum av okkara allar bestu. AVE, ið vunnu nærum alt, ið vinnast kundi á FMA í fjør, men hava verið heldur stillir síðan tá, fara aftur á pall. Petur Pólsson og Benjamin Petersen hava í AVE funnið eina uppskrift, ið onkursvegna er so nógv størri enn summurin av staklutunum
Marius Ziska - nakað av tí besta
Marius Ziska telist millum okkara best umtóktu bólkar í løtuni, við eini røð av útvarpshittum og konsertferðum úti og heima, har hann vitjaði flest allar festivalpallar í Føroyum. Gávuríki sølfirðingurin, oddamaðurin Hans Marius Ziska hevur skrivað nøkur av bestu nýggju løgunum, og kemur á Reinsaríið við síni frálíku rødd og vælspælandi bólki.
Jensina Olsen - fyri tey vaksnu
Jensina Olsen, er ein av okkara fólkakærastu sjónvarpsvertum og undirhaldari av guðs náði. Men tónlistarliga hevur dugnaliga havnakvinnan sanniliga eisini ríka barlast. Í verkætlanini Haldurs Café miðskeiðis í nítiárunum, trein roynda kórsongkvinnan á rútmiska pallin. Hon hevur síðan havt eina langa røð av verkætlanum, ikki minst sigurin í ársins singer/songwriter í 2006 og fløguna “Eitt sindur av tí bláa” í 2008, har vit upplivdu hesa frálíku songknnu í einum jasskendum hami. Síðan tá eru fleiri útgávur komnar, har tað serliga hevur veri fokus á børn og barnsligar sálir. Men leygarkvøldið verður tað Jensina til vaksin, ið fer á pall.
Eyðun Ásason - Queen trubadururin
Eyðun Ásaon hevur seinastu tíðini vunnið sær nógvar fjepparar við sínum inniligu útgávum av Queen sangum. Royndi tvøramaðurin hevur áður verið ein partur av rokkpallinum og hevur m.a. luttikið í Prix Føroyar finaluni. Men tað er sum trubadurur, at Eyðun veruliga hevur funnið sítt rætta element. Á konsertini framførir Eyðun saman við Jákup Lind Dam.
Føðingardagskonsertin er leygarkvøldið og byrjar klokkan 21:30.