Reint hattrick til Trump

Donald Trump vann sín triðja stat á rað, tá hann í morgun gjørdist sigursharri í undanvalinum í Nevada.

Donald Trump vann sum væntað undanvalið hjá republikanarunum í Nevada. Hann hevur ligið langt á odda í veljarakanningunum, og størri spenningur hevur um, hvørt tað var Marco Rubio ella Ted Cruz, sum fór at enda á øðrum plássi. Í løtuni sær tað út til at gerast Marco Rubio, sum hevur fingið 23,3 prosent av atkvøðunum, meðan Ted Cruz hevur fingið 22,1 prosent.

 

Hetta er triðji staturin á rað, sum Donald Trump vinnur. 9. februar vann hann valið í New Hampshire og 20. februar í Suður-Karolina. Í Iowa, har val var 2. februar, endaði Donald Trump nummar tvey.

 

Týsdagin verður Super Tuesday, tá undanval verður í 14 statur. Í 10 av hesum statunum liggur Donald Trump á odda í veljarakanningunum, og tí gerst alsamt meiri sannlíkt, at hann fer at vinna undanvalið hjá republikanarunum og gerast forsetavalevni floksins.

 

Tað eru eisini góð tíðindi fyri Donald Trump, at Marco Rubio og Ted Cruz liggja so at siga javnir. Hetta merkir allarhelst, at hvørgin teirra vil boyggja seg, men um annar teirra skal hava møguleikan at vinna á Donald Trump, má hin geva seg og vóna, at veljararnir fara at stuðla hinum.

 

Sera óvæntað vísir tað seg, at Donald Trump hevði størst undirtøku millum tey spansktalandi í Nevada, hóast bæði Marco Rubio og Ted Cruz hava latínamerikanskar røtur. 

 

Ben Carson og John Kasich eru enn við í stríðnum, men hava fingið ávikavist 5,0 og 3,1 prosent av atkvøðunum.