Reint UG

Føroyska spælið í dystinum mikukvøldið var kanska tað besta, sum nakað føroyskt landslið hevur sýnt, og tí fær illa verið annað enn reint UG yvir alla linjuna. Kanska var tað serliga miðvøllurin, sum átti sín lut í trýstinum, sum føroyska liðið til tíðir hevði, men talan var heilt, heilt avgjørt um eitt kollektiv, sum lyfti størstu hugsandi uppgávuna í felag

Leikaraummæli

1. Jákup Mikkelsen, KÍ (34 dystir/0 mál)
Hevði endurvunnið sær sessin sum fyrsti-málverji, men í mun til mótstøðuna, hevði hann merkisvert lítið at gera. Bert eina ferð var veruligur tørvur á eini kanón-bjarging, men ta ferðina vóru fraklendingar fyrstir at fylga upp. Tóktist annars at hava eina stabiliserandi effekt á verjuna, og var sera tryggur í tí mesta av tí, sum hann tókst við.

2. Súni Olsen, GÍ (15/1)
Sýndi enn einaferð eitt av bestu føroysku avrikunum. Framúrskarandi bóltførleikin ger, at tað trupla gerst so sera einfalt, og longu neyvu sendingarnar vóru eisini til staðar. Eftir steðgin var eisini sjónligt, at fraklendingar ikki vildu hava hann við í spælið, tá trýstið ofta bleiv lagt soleiðis, at okkara heldur máttu spæla mitt á ella til høgru. Tað ljóðar at fleiri føroysk feløg bjóða honum nógv fyri sáttmála til komandi ár, men spurningurin er helst, hvørt ein slíkur leikari hoyrir heima í føroysku landskappingini.

4. Pól Thorsteinsson, B36 (35/0)
Er framvegis fyrsta val á høgra bakki, og hesaferð prógvaði hann eisini, hví so er. Megnaði aloftast at standa rætt, tá longu bóltarnir vórðu sendir niðan, og forðaði sostatt mótstøðuni í at yvirspæla seg. Hevði fyri steðgin ávísar trupulleikar í avspælinum, men hetta betraðist munandi eftir steðgin. Ikki minst eftir reyða kortið til Viera, sum annars kom, tá Pól var kvikari á bóltinum enn franski liðskiparin.

5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem (18/0)
Tykist enn ikki vera komin í fullar snúningar, men tað er nokk ikki annað enn væntandi, tá skaðasteðgurin hevur verið so drúgvur. Megnaði tó í fleiri førum at koma ímillum franska smáspælið, og steðgaði soleiðis nógvum vandastøðum, áðrenn tær gjørdust vandamiklar. Hevði tó merkisverdar trupulleikar í avspælinum, har hann eini tvær ferðir kom Føroyum í vandastøður, uttan at hetta tó kostaði.

6. Rógvi Jacobsen, HB (28/4)
Steðgurin á beinkinum gjørdist stuttur, og Rógvi prógvaði eisini, at valið hesaferð var rætt. Hevði leiklutin sum miðvallarin, ið skuldi stuðla álopsspælinum, og megnaði eisini hetta. Nart við eina rúgva av luftbóltum, so føroyingar hildu trýstið, og vann eisini hópin av nærdystum. Nógvu rennitúrarnir kostaðu tó nógvar kreftir, og útskiftingin tóktist tí náttúrlig.

7. Fróði Benjaminsen, Fram Reykjavík (28/2)
Prógvaði aftur, at hann er besti miðvallarin, sum føroyingar eiga. Fraklendingar fingu at kenna styrki hansara í nærdystunum, og fyrra gula kortið til Viera kom mest sum bara av frustratión. Er hartil eisini mest sum føst millumstøð í føroyska uppspælinum, og týdningur hansara fyri liðið fer skjótt at líkjast tí, sum Abraham Løkin hevði fyrstu altjóða fótbóltsárini.

8. Julian Johnsson, ÍA Akranes (58/4)
Hesaferð hevði hann ikki hitan at stríðast við, og tá er Julian gull verdur í eini slíkari uppgerð, har nærdystir á miðvøllinum hava so stóran týdning. Vann hópin av nærdystum - bæði á jørðini og í luftini - og var sostatt við til at fasthalda føroyska trýstið. Sum bóltspælari er hann tó framvegis nakað avmarkaður, men sum innpískari á miðvøllinum finst neyvan nakar betri.

9. Jákup á Borg, HB (35/1)
Hevði helst sín besta landsdyst í eitt gott ár ella so. Tordi og vildi bjóða av, soleiðis at framdrift eisini var í hansara síðu, og arbeiddi sum vant ótroyttiligt í verjupartinum. Fleiri ferðir var eisini vanliga bitið í innleggunum, soleiðis, sum vit vilja hava tað. Eftir reyða kortið valdi hann tó ofta at flyta seg ov langt niðan, soleiðis at hann í ov lítlan mun kom við í føroyska spælið.

11. Jónhard Frederiksberg, Skála (5/0)
Fekk afturval eftir avrikið í Sveis, men hevði - um gjørligt - enn truplari umstøður, nú hann var einsamallur áleypari. Stóð seg tó aftur væl, og megnaði millum annað fleiri ferðir at varðveita bóltin, tá okkara spældu langt. Kom tó ikki til nakran veruligan málmøguleika, men fekk enn einaferð prógvað, at hann veruliga hevur bitið seg fastan í hópin.

12. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (2/0)
Við nýggja leikarunum á vonginum hava føroyingar fingið eitt nýtt álopsvápn, og hann sýndi fleiri ferðir veruligt bit og framdrift. Megnaði eisini fleiri ferðir at søkja inn í vøllin, soleiðis at yvirtal okkara her gjørdist enn sjónligari, samstundis sum pláss varð skapt fyri Súni, men í løtum tóktist tó, sum hevði hann ov góðan hug at halda bóltinum.

13. Óli Johannesen, TB (68/1)
Metmaðurin mundi við avrikinum hesaferð sannføra øll um, at tað eru nógvir landsdystir eftir í beinunum. Til tíðir kundi verið hóskiligt at spurt, hvørt munurin millum toppin av Premier League og føroysku 2. deild var somikið lítil, tá Óli í fleiri førum trýsti Henry av kósini móti málinum. Sum liðskipari átók hann sær eisini ein stóran stýrandi leiklut á liðnum, og seinastu løtuna var hann eisini við til at hótta franska málið, og við hepni kundi hann bæði skorað og lagt upp til føroyskt mál.

10. John Petersen, B36 (55/6)
Veteranurin mátti fyri fyrstu ferð í langa tíð á beinkinum, men fekk tó seinastu 25 minuttirnar á vøllinum. Hesa løtuna var hann eisini við til at halda góða føroyska trýstið, og einstakar ferðir sást gjøgnumbrotsvilji eisini í spæli hansara. Samanlagt ber tó illa til at geva eina heildarmeting, grundað á ov lítla spælitíð.

14. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (14/1)
Fekk seinasta korterið á vøllinum, og sýndi í løtum, at bóltførleikin framvegis er framúr, tá tamarhald skuldi fáast á truplum bóltum. Men samanlagt var tíðin tó ov stutt til eitt veruligt skoðsmál.

18. Atli Danielsen, KÍ (6/0)
Fekk bert seinastu minuttirnar, og tí kann einki veruligt skoðsmál gevast. Tóktist tó deiliga óimponeraður um mótstøðuna, og sýndi í so máta, at hugburðinum er í øllum førum einki galið við, tó at hann ta einu ferðina var um at vera ov fiksur.