Í morgin er reisigildi á Toftum.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri á Nes Kommunu, sigur, at tað er ein íbúðarblokkum hjá Bústøðum, sum verður reistur í morgin.
Hann sigur, at tey hava leingi roynt at fáa Bústaðir at byggja á Toftum og nú er tað eydnast eftir at kommunnan gjørdi eitt grundstykki klárt at byggja á, sum Bústaðir síðan hava keypt.
Í hesum sambandi eru Bústaðir í holt við at byggja tveir íbúðarblokkar, ein við 10 leiguíbúðum og ein við átta íbúðum, sum eftir ætlan vera lutaíbúðir.
Og borgarstjórin sigur, at tað er tann størri blokkurin, við 10 íbúðum, sum verður reistur í morgin. Seks av íbúðunum eru umleið 50 fermetrar, og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk og stovu í einum.
Tær minnu íbúðirnar hava eitt kamar og tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og altan
Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Og har standa tær væl, tí tað er stutt í skúla og útsýni út á fjørðin er gott.
Í hinum bygninginum við átta íbúðum, eru íbúðirnar 75 fermetrar.