Reka fólk úr heimi sínum á jólum

­ Eg skilji ikki, hvussu nakar kann vera so ómenniskjansligur at reka fólk heimanífrá á jólum, táið øll onnur royna at pynta og gera sær tað hugnaligt

 

Tey umleið 10 fólkini, sum búgva á pensjónatinum á Landssjúkrahúsinum fáa eini troystarleys jól.

Tí leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur gjørt av at tveita tey heimaífrá á jólum.

Landssjúkrahúsið er farið undir álvarslig sparitiltøk fyri at fáa játtina í ár at halda.

Og sparingin kemur so eisini at raka teir umleið 10 langtíðarsjúklingarnar, sum búgva á pensjónatinum.

Tí fyri at spara er gjørt av at lata pensjónatið aftur, og at flyta tey 10 fólkini, sum har búgva á aðrar deildir at verða á jólum.


Ómenniskjansligt

­ Vit skilja ikki, at nakar kann vera so ómenniskjansligur at tveita fólk á dyr, heimaífrá á sjálvum jólum, tá ið øll onnur royna at pynta og hugna heimið, sigur Margretha Poulsen, næstformaður í felagnum Sinnisbata.

Tey hava skrivað sjúkrahússtjóranum eitt bersøgið bræv, har tey ikki royna at fjala útyvir, hvat tey halda um slíka gerð.

Avrit av brævinum er sent báði landsstýrismanninum í heilsumálum, Kristjani Magnussen, Meginfelag Teirra Brekaðu, Ráðnum fyri tey brekaðu og Ráðnum fyri Sjúkrahúsverkið.

Í brævinum mótmælir Sinnisbati, at psykiatriskar deildir verða stongdar á jólum.

­ Vit sakna eina frágreiðing um, hvar hesi fólkini skulu vera hesa tíðina.Hvør skal ansa teimum og viðgera tey hesa tíðina


Tveitt heimaífrá

Men ikki minst mótmælir Sinnisbati ætlanunum at steingja pensjónatið, har einir 10 langtíðarsjúklingar búgva.

­ Pensjónatið er teirra heim og vit kunnu als ikki góðtaka, at tað verður stongt.

­ Vit skilja ikki, hvussu nakar í Føroyum fær seg til at reka fólk heimanífrá ta tíðina á árinum, øll onnur hava úr at gera við at pynta og skapa hugna inni hjá sær sjálvum, sigur Margretha Poulsen.

Hon spyr um sjúkrahússtjórin hevur kannað, um hesi fólk hava nakran at fara heim til hesa tíðina.

­ Ella skulu tey bara sita á onkrari deild og hyggja yvir á heim sítt. sum stendur myrkt og kalt? spyr hon.

­ Hetta er ómenniskjansligt og má ikki henda, heldur hon.

Hon heitir tí á sjúkrahússtjóran um at sleppa ætlanini um at lata aftur á jólum.

Hon heitir samstundis á stjóran um at boðað frá hesum í góðari tíð, áðrenn jólini koma, tí ætlanin hevur skapt ótryggleika og ótta ímillum avvarðandi og sjúklingar.


Teirra heim í 10 ár

Margretha Poulsen sigur, at pensjónatið hevur verið heimið hjá hesum fólkunum í 10 ár.

­ Og eg haldi, at sjúkrahússtjórin fatar ikki reiðiliga, at tað er har, hesi fólk búgva. Og tey búgva har av tí at tey hava onga aðrastaðni at búgva.

­ Og tú tveitir altso ikki fólk úr sínum egna heimi á jólum.

Margretha Poulsen sigur at hon veit ikki, hvussu tað hevði ávirkað frísk fólk at verðið tveitt heimanífrá á jólum.

­ Hvussu heldur sjúkrahússtjórin so, at tað ávirkar sjúk fólk.

Og at tað ávirkar tey, er ongin ivi um.

Sjálv veit hon um eitt av fólkunum, sum býr á pensjónatinum, sum vann okkurt á bingu nú eitt kvøldið.

Tá helt onkur fyri við tað: Nú, hatta var gott at hava á jólum

­ Nei, vit sleppa ikki at vera heima á jólum, var svarið....

Margretha Poulsen sigur, at tað eru í hvussu so er ikki hesi fólkini, sum hava gjørt, at Landssjúkrahúsið ikki klárar at halda játtina.

­ Tey hava mist sína pensjón, og brúka ikki nógv. Men heldur enn at fara eftir teimum, sum hava brúkt pengarnar, er hetta tann sama, gamla søgan umaftur: Tá ið sparast skal, verður lopið á, har garðurin er lægstur. Tað verður lopið á tey, sum ikki formáa sær at muta ímóti.

­ Tókst tú seingina frá teimum, løgdu tey seg bara á gólvið. Nógv teirra hava heldur ikki avvarðandi at verja seg.

Margretha Poulsen sigur, at fleiri av hesum fólkunum hava búð í Danmark, men komu til Føroyar fyri nógvum árum, her tey búðu á stongdari deild, til tey fluttu á pensjónatið.

­ Nógv teirra hava kanska ring minni frá deildunum, har tey kanska onkuntíð hava ligið niðurbundin í spennitroyggju, ella hvat veit eg.

­ Eg veit ikki ,hvussu tey føla tað, at enda aftur á eini deild.

Næstformaðurin í Sinnisbata heldur avgjørt, at tað er eitt mistak, at pensjónatið hoyrir undir sjúkrahúsið.

­ Tað skuldi tað ikki gjørt, tí talan er ikk um sjúklingar sum so.

­ Og tá ið tey ferð eftir ferð verða offrað, og fella fyri spariknívinum vísir tað bara, at tað er alneyðugt at arbeiða fyri, at pensjónatið verður leyst frá sjúkrahúsinum, og fær sína egnu játtan

­ Tað er einasti mátin at geva hesum fólkum eitt mannsømiligt og trygt lív, heldur hon