RekTór byrjar í morgin

RekTór framsýningin, ið er partur av høvuðsstaðarsamstarvinum millum Reykjavík Tórshavn og Nuuk, byrjar í morgin.

RekTór framsýningin, ið er partur av høvuðsstaðarsamstarvinum millum Reykjavík Tórshavn og Nuuk, byrjar í morgin. Fyrsta framsýningin av hesum slag var í Nuuk í 1996, og kallaðist hendan NuuRek, síðani var Tórrek í 1998, og nú vit skriva 1999 kallast framsýningin RekTór, og verður hon í Perluni í Reykjavík í døgunum 6., 7. og 8. mai.


Taxi og forsætismálaráðharrin

Klokkan 16 í morgin setir Dávid Oddsson, forsætismálaráðharri framsýningina. Eftir hann, heldur Finnbogi Arge, landstýrismaður í vinnulívsmálum røðu, og eftir hann, fara ein íslendskur og ein føroyskur vinnulívsmaður at siga nøkur orð.

Klokkan 17.30 bjóðar Kristina Hansen, føroyskur sjónleikari útbúgvin í Íslandi, Ingibjörg Sólrún Gísladóttir og Leivi Hansen, býráðsformonnum í ávíkavist Reykjavík og Tórshavn at bera fram kvøður frá býunum báðum, og eftir hetta verður boðið til ábit. Ætlanin er, at tónleikabólkurin Taxi, skal krydda setanina og ábitið við føgrum tónum.

Fríggjadagin og leygardagin verður framsæýningin opin fyri øllum vitjandi. Eisini verður framløga og kjak um útnorðursamstarv.


Landsumfevnandi

Tað er Menningarstovnan í samskipar føroyska partin av RekTór framsýningini. Og Kjartan Kristiansen frá Menningarstovuni heldur, at hóast RekTór kom í lag sum eitt samstarv millum høvuðsstaðirnar í útnorði, er framsýningin ein góður møguleiki hjá virkjum og fyritøkum kring alt landið at gera vart við seg. Hetta sæst eisini á luttakaralistanum, tí fyritøkurnar, ið luttaka eru nevniliga úr øllum landinum.