»Tað er einki rættvísi í hasi kappingini«. »Remee gjørdi ein ordan brølara at senda teg heim«. Heilsanir frá fjepparum streyma inn á Facebook síðuna hjá Annu Nygaard í kvøld. Anna Nygaard er liðug í X Factor. Songkvinnan við stóru røddini hevði eina framúr góða framførslu í kvøld, men tætta og harða kappingin hevði við sær, at hon endaði í vandabólkinum. Og so sendi hennara egni dómari, Remee, hana heim.
Heilsaninar frá fjepparum streyma í kvøld inn á Facebook síðuna hjá Annu Nygaard. Fólk rósa henni, ugga hana og biða hana halda fram viðat syngja.
- Tað er f... einki rættvísi í hesi kappingini. Hvussu kundi tú rúka út. Tín rødd er jú fantastisk. Lova mær, at hetta ikki oyðileggur tínar dreymar. Eg eg vís í, at tú verður nakað stórt, sigur Anna Gadegaard Nielsen í eini heilsan.
- Eg skilji hetta simpelten ikki. X Factor verður ikki tað sama uttan teg, sigur Søren With.
Og Klaus Storgaard heldur,a t X Factor nú er degraderað til eitt B-show.
- Har gjørdi Remee ein ordans brølara. Anna tú hevur sterkastu røddina, og nú mást tú gera eina fløgu, sigur Frederik Hyltoft.