Remy við nýggjum pílum

Dart: FM favoritturin væntar harða kapping

Í morgin byrjar FM kappingin í dart. Seinnu árini hevur tað verið ein tvídystur millum Bárð Olsen og Remy G. Hansen. In.fo hevur tosað við FM favorittarnar.

 

Les eisini: Kasta aftur eftir bull

 

Tú er ein av serliga tveimum FM favorittum, hvussu kennist tað?

Havi ikki altíð hugsað so nógv um akkurát hvussu tað kennist, at vera favorittur, men eg føli  ofta, at menn kýta seg meir fyri at vinna á mær enn kanska onkrum øðrum. So onkursvegna kennist tað væl, men strævið til tíðir, sigur Remy G. Hansen.

 

Les eisini: Bárður Olsen trívist undir trýsti

 

Hvat væntar tú tær av FM kappingini í ár?

Eg vænti ein harða kapping. Kappingin í ár er broytt eitt sindur í mun til farnu árini. Nú eru tvær einstaklinga kappingar ein dag, og ikki einstaklingar og tvímansleikur sum áður. Eisini er tann seinna kappingin á degnum ikki seedað, sum tann fyrra. Hon cup system frá byrjan. Tað vil siga at teir, sum liggja í toppinum, kunna møtast beinanvegin í cupinum - tað verður hart, ásannar Remy G. Hansen.

 

Hvat væntar tú tær av kappingnin í Klaksvík? Er tað eyka spennandi, tí tað er fyrsta kappingin í hesum kappingarárinum?

Eg vóni vit fáa eina spennandi kapping um vikuskiftið við nógvum góðum dystum, og kanska okkurt yvirraskilsi. Eg eri altíð uppsettur tá kapping er fyri framman, um hon er í Klaksvík ella Havn ella onkra heilt aðrastaðni. Men sjálvandi er fyrsta kapping altíð eitt sindur meira spennandi. Kanska onkur nýggj andlit eru at síggja og okkurt nýtt talent. Eg havi eisini fingið mær nýggjar pílar, so tað verður eisini spennandi at síggja hvussu teir fara at royna seg, sigur Remy G. Hansen, sum hevur fleiri FM heiti á baki.

 

4. Hvør væntar tú fer at gera ein vørr í ár – eitt møguligt stjørnuskot?

Tað er ringt at spáa um, men kanska ein av ”Olsen bandanum”. Bjartur, Rúni ella Rói eru beiggjar og vístu í fjør, at teir við ein sindur av javnvág í spælinum, so kunnu teir saktans gera seg galdandi millum teir bestu og kanska vinna eina kapping, sigur Remy G. Hansen.

 

5. Tú var ikki við alt kappingarárið í fjør - hvussu verður í ár?

Síðsta kappingarár var so sum so. Eg hevði trupulleikar við rygginum mesta partin av kappingarárinum, og misti heili fýrA kappingar av teimum 10: Eg kláraði hóast alt eitt 2. pláss samanlagt á stigatalvuni. Eg føli meg væl fyri til hetta komandi árið, so eg vóni at eg kann luttaka í øllum kappingum, sigur Remy G. Hansen at enda.

 

Kappingarárið í dart byrjar í morgin í Klaksvík.