René Dif til Føroyar

Kendi forsangarin úr bólkinum Aqua kemur til Føroya í næstum, og verður við á ársins Planet Awards, sum verður 27. Desember í REX. René Dif er ein av tónleikarunum í stórseljandi poppbólkinum Aqua, sum hevur gjørt comeback fyri stuttum.

 

René Dif kemur til Føroya og verður við á Planet Awards, har hann millum annað skal handa onkra virðisløn.

 

Tiltakið byrjar kl. 19.00 sunnukvøldið 27. desember, og heldur áfram langt út á náttina.

 

Við ymsum tónleika framførslum, skemti, dansi og nógvum øðrum fer tiltakið at heiðra bestu tónleikarunum í Føroyum í 2009.

 

Har skal millum annað kjósast ársins sangari og songkvinna, ársins útgáva, ársins bólkur og ársins stjørnuskot. Eisini verður ársins herðaklapp latið onkrum, sum hevur havt stóran týdning fyri føroysku tónleikavinnuna.