Sandvíkingurin, Jóhan Eli Poulsen, er skipari á ísfiskatrolaranum, Stelki hjá Faroe Origin, sum partrolar saman við Baki. Hann sigur, at upsaveiðan hevur verið heldur frægari í ár enn í fjør, og serliga tíðliga í heyst vóru fleiri rend við góðum fiskiskapi.
Skiparin vísir á, at støddin á upsanum eisini er væl betri, enn hon hevur verið í longri tíð. Hann sigur, at fyri ári síðan var nærum eingin 4’arari at síggja, men nú er høvuðsparturin av veiðini 3’arar og 4’arar. Upsin hevur nógvan livur og er væl fyri.
Jóhan Eli Poulsen letur ikki væl at upsaprísinum, sum er trýstur av øðrum fiskasløgum á marknaðinum, og útlit eru ikki til frægari prís sum er. Hann sigur, at marknaðurin er við at spreingjast av Alaska-pollok, og hetta gongur út yvir prísin, sum teir fáa fyri upsan.
- Vit hava roynt onkran túr eftir kongafiski, og hetta hevur hildnast væl. Fiskiskapurin hevur verið toluligur, og prísurin hevur verið góður. Hetta hevur tískil verið eitt gott íkast til upsaveiðina, tá minni hevur verið at fáa.
Skiparin á Stelki heldur, at útlitini hjá ísfiskatrolarunum sum heild eru hampilig, men hann sigur seg stúra fyri tí politiska, sum hann tekur til. Í løtuni er Jóhan Eli Poulsen heima í Sandvík, og hin skiparin á Stelki er vágamaðurin, Eyðfinn Johansen.