112
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Løgreglan hevur aftur havt úr at gera um hetta vikuskiftið.
Umframt stóra eldsbrunan í Havnini og grindina í Hvalvík, hava fleiri aðrar uppgávur av ymiskum slag verið at loyst.
Tvinni harðskapsmál eru fráboðað um vikuskiftið, annar kom inn og boðaði frá, at hann hevði verið fyri harðskapi seinasta vikuskifti, og hevði brotið okkurt í rygginum. Sjálvur minnist hann ikki, hvat er farið fram.
Hitt harðskapsmálið er úr Suðuroy. Ein ungur maður varð sunnunáttina koppaður uppum eitt stakitt, og hevur fingið nakrar pentur. Ein ungur maður er skuldsettur í tí málinum fyri harðskapin.
Annars greiðir vakthavandi á Løgreglustøðini í Havn frá at fleiri herverk eru fráboðað.
Rendi á bergholsveggin
Í morgun var eitt ferðsluóhapp í Norðskálatunlinum. Miðskeiðis inni í tunlinum rennur ein bilur av eini ella aðrari orsøk inn í tunnilsveggin.
Eingin av teimum fýra dreingjunum í bilinum fingu skaða, men bilurin fór illa og kundi ikki koyra av staðnum.
Løgreglan kannaði føraran, men hann var edrúur og hevði koyrikortið í lagi. Orsøkin til ferðsluóhappið verður kallað óansni.
Eldur í bili í Klaksvík
Í Klaksvík kom leygardagin eldur í ein bil. Klokkan 12.53 varð boðað frá eldi í einum bili, sum stóð uttanfyri Leikalund. Eldurin var tó skjótt sløktur, og klokkan 13.01 kom fráboðanin um at eldurin var sløktur.
Eldurin varð kyknaður í vinstru síðu, og eitt luftfiltur og nakrir leidningar vóru smeltaðir.