Óvist er, um farmaskipið Havfrakt, sum í gjár rendi á okkurt í sjónum, kemur til Føroya at verða umvældur Havfrakt var júst farin úr Tórshøfn í Íslandi og skuldi til Noregs við fiskamjøli, tá ið hann rendi á okkurt í sjónum. Helst hevur tað verið ein bingja, sigur Álvur Højgaard, reiðari.
Í lastini vóru 1200 tons av fiskamjøli, og lastin verður løgd upp í Íslandi. Hitt skipið hjá Frakt & Sandi, Havsund er statt í Noregi og fer væntandi yvir eftir lastini.
Reiðaríið hevur ikki tikið støðu til, um Havfrakt skal umvælast í Føroyum ella í Íslandi. Skaðin er ikki líka stórur, sum tá ið Havfrakt í oktober rendi á eitt sker í Noregi.