Nummar seks og nummar sjey hittast í Klaksvík seinnapartin. KÍ og ÍF hava 13 stig. Seinastu ferðirnar hava víst, at tey trý, sum higartil hava verið í botninum, kunnu skava stig og sigrar til sín. Tí er tað avgerandi hjá teimum, ið eru frammanfyri botnliðini, at vinna stig.
Serliga fyri heimaliðið er talan um lyklauppgerð. KÍ hevur einki sitg fingið burturúr fýra tær seinastu ferðirnar. Serliga í 1. hálvleiki í 4-2 tapinum á norðoyastevnu fyri stórari viku síðani ímóti Víkingi var heilt galið. At gongdin og avrikið eru soleiðis leggur trýst á bæði venjara og spælarar.
Jonas Flindt Rasmussen er framvegis skaddur, og Hjalgrím Elttør er leikbannaður. Tórur Justesen er tøkur aftur eftir leikbann, og Henry Heinesen er um at vera klárur aftur eftir skaðasteðg.
Hóast teir næstseinast taptu 2-1 ímóti HB, so vístu yngru menninir ta ferðina so nógvar ferðir betri hugburð, enn teir gjørdu síðsta leygarkvøld.
Fyrr í ár vann KÍ 3-1 í Fuglafirði.
Eftir fleiri minni góð avrik er tað vorðið ljósari í Fuglafirði. Clayton Soares og Bogi R. Petersen eru tøkir aftur, og Jan Ó. Ellingsgaard, sum undanfarnu árini hevur verið fastur maður á vinstra vongverja, er komin úr Danmark og aftur til Fuglafirðar, har hann venur í Fløtugerði.
Bartal Eliasen hevur seinastu dagarnar verið burturstaddur.
Hallgrím G. Hansen er tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síðani noyddist av vøllinum, tá ið tað restaði eitt korter.