Rennandi varaborgarstjóri

Varaborgarstjórin í danska býnum Ølstykke, tann 65 ára gamli Erhard Filtenborg, hevur sum tann fyrsti danin nakrantíð runnið marathon-teinin 300 ferðir, skrivar blaðið Frederiksborg Amts Aviv.

Sunnudagin tók varaborgarstjórin lut í tí 25. Copenhagen Marathon, og hann hevur runnið teir 42,195 kilometrarnar í 27 ymsum londum. Higartil í ár hevur hann verið við í 14 marathon-renningum, og hann hevur nú runnið einar 12.700 kilometrar, síðani hann byrjaði.

Við Frederiksborg Amts Avis sigur tann rennandi varaborgarstjórin, at sjálvandi hevur hann fingið drúgvar royndir á økinum, men at hann framvegis tekur tað sum eina stóra uppgávu at fullføra teinin hvørja ferð.