Rennikapping í Hvalvík/Streymnesi

Leygardagin 24. januar verður 3. umfar av vetrarrennikappingini hjá FÍF, og er tað Bragdið sum verður vertur norðuri í Sundalagnum.

 

Allir bólkar byrja samstundis, og startskotið gongur av kl. 11.00. Kappast verður í hesum bólkum:

 

Vaksin kvinnur og menn opin bólkur (f. -92) - 8,3 km

Veteranar kvinnur og menn (f. 1954-63) - 8,3 km

Menn Superveteranar (f. -1953) - 8,3 km

Kvinnuunglingar og mansunglingar (f. 1988-92) - 8,3 km

Gentur og dreingir (f. 1993-97) - 3,3 km

 

Startur og mál er við Margáir í Streymnesi. Runnið verður frá ítróttarhúsinum, gjøgnum Streymnes, eftir niðara vegnum oman á Oyruna, til Halvíkar, gjøgnum Hvalvík og aftur til Streymnesar. Vaksin, veteranar, superveteranar og unglingar renna teinin tríggjar ferðir; gentur og dreingir eina ferð.

 

Hóast nógvar kappingar eftir hondini hava verið á hesi rutuni, er hetta bert aðru ferð, at júst hesin teinurin verður runnin. Tað var í fjør, tá Guttorm Sørensen vann við frálíku tíðini 29.29 min Honum á baki komu Andrias Hansen og Borgar Biskobstøð við ávikavist 30.27 og 31.30 min. Hjá kvinnunum vann Bjørk H. Olsen frammanfyri Fríðunn Steinberg og Susan Jacobsen. Gentu- og dreingjakappingina vunnu Rebekka Fuglø og Rúni Seloy.

 

Tilmelding fer fram á www.renn.fo, og skal verða avgreidd innan fríggjakvøldið 23. januar kl. 23.00. Tað verður eisini høvi at melda til frá kl. 10.00 á kappingardegnum. Startnummur verða latin frá kl. 10.00 í ítróttarhúsinum við Margáir. Elstu bólkarnir gjalda 50 kr.