Rennikapping í Runavík

Frælsur ítróttur: Seinasta rennikappingin áðrenn vit fara inn í eitt nýtt túsundára skeið verður sunnudagin 19. desember í Runavík

Nýggja árið nærkast og við tí nærkast eisini túsundára skiftið.

Í tí sambandi eru nógv, sum fegin vilja hava avrikað eitt ella annað áðrenn vit fara inn í eitt nýtt túsundára skeið, og er tað at vera við í eini rennikapping, ja, so er at gera klæðini og skógvarnar til reiðar, tí seinasti møguleiki verður um vikuskiftið.

Sunnudagin 19. desember skipar felagið Roysnið fyri rennikapping í Runavík, og hendan rennikappingin er sum sagt tann seinasta, sum vit vita um í øllum førum.

Teinurin, sum runnin verður, er 7,2 kilometrar langur, og byrjar við Sjómansheimi í Runavík.

Haðani verður runnið inn á Lambareiði og útaftur til Sjómansheimið har endað verður.

Í fjør vann Guttorm Sørensen Heiðarenningina í tíðini 26,00 minuttir

Hóast rennikappingin sunnudagin er tann seinasta í ár, og tann seinasta í hesum túsundáraskiftinum, so verður steðgurin kortini ikki so langur, tí longu í januar mánaði leggja rennararnir aftur til brots.

Kappingin sunnudagin byrjar kl. 14.30, og tey, ið hava hug at luttaka, eiga at møta kl. 14.00.