Rentulækkingin virkaði

Avgerðin hjá amerikanska tjóðbankanum at lækka rentuna hevur havt jaliga ávirkan á virðisbrævamarknaðirnar kring heimin, og fleiri rentulækkingar eru á veg

Tann góða gongdin á virðisbrævamarknaðunum í Evropa í gjár helt fram í dag, og serfrøðingar ivast ikki í, at tað var avgerðin hjá amerikanska tjóðbankanum at lækka rentuna eitt hálvt prosentstig, sum er orsøkin. Samstundis verður roknað við, at Evropeiski Miðbankin fer at lækka sína rentu í næstu viku, og at tjóðbankar í Japan og aðrastaðni fara at gera tað sama.

-Rentulækkingin fer at geva meiri støðug viðurskifti á marknaðinum kring heimin, og vit vænta eisini, at hetta verður galdandi her hjá okkum, sigur Anders Matzen, greinari hjá Danske Bank, við danska kringvarpið.

Dagurin í gjár royndist sera væl á marknaðinum í Keypmannahavn, og longu frá byrjanini í morgun hækkaði virðið á teimum flestu partabrøvunum. Hjá teimum størstu fyritøkunum var talan um hækkingar um 3,0 prosent, men hjá summum so sum bryggjarífyritøkuni Carlsberg og vindmyllufyritøkuni Vestas var hækkingin millum 7,0 og 9,0 prosent. Tað skal tó sigast, at júst hesar báðar fyritøkurnar hava verið í sera ringum sjógvi á marknaðinum í seinastuni.

 

Eusini eystanfyri

Á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo hækkaði Nikkei-vísitalið longu frá byrjanini í nátt 3,25 prosent, og tá marknaðurin lat aftur í morgun, var hækkingin komin upp á 9,96 prosent.

 

Í Hongkong hækkaði partabrævavirðið 6,9 prosent í nátt, og á marknaðinum í Suðurkorea kom hækkingin heilt upp á 11,0 prosent.

 

Harafturímóti var hækkingin ikki so stór á marknaðunum í Shanghai og Singapore. Har hækkaði vísitalið ávikavist 2,0 og 2,5 prosent.