Reproz vann fimm av níggju Kolum

Fríggjadagin var tiltakið ?Ársins lýsingar Kolan 2007? hildið í Havnar Bio í Havn. Tað er Vinnuvitan, sum saman við Reklamufelagnum skipar fyri tiltakinum. Sansir gjørdist nummar 2 við tveimum kolum, meðan Petur&Petur og Krea fingu hvør sína

Í fyrra umfarinum fríggjadagin vórðu sjey vinnarar funnir, meðan tveir teir síðstu vórðu avdúkaðir seinni um kvøldið. Hesir vóru lýsingaherferðir og fólksins val, har almenningurin hevur kunnað atkvøtt umvegis sms.

Endaligu vinnararnir eru hesir:

Fyri lýsingarherferðir: EITT er allastaðni

Lýsingarstova: Reproz

Lýsari: EITT

Fyri fólksins val: Navnaskiftið hjá Eik

Lýsingarstova: Petur & Petur

Lýsari: Eik Banki

Fyri prentlýsingar: Flákra til øll grannalondini.

Lýsingarstova: Sansir

Lýsari:Atlantic Airways

Fyri grafiskt design: Halló! Brot úr einum fjarskiftandi alheimi

Lýsingarstova: Sansir

Lýsari: Føroya Tele

Fyri sjónvarps- og biolýsingar: EITT er allastaðni

Lýsingarstova: Reproz

Lýsari: EITT

Fyri Almannagagnslýsingar: Virkin og virðismikil

Lýsingarstova: Reproz

Lýsari: Javni

Fyri uttanduraprentlýsingar: Ymisk lán til ymiskan tørv

Lýsingarstova: Reproz

Lýsari: Føroya Banki

Fyri fjølpost: bíleggingarseðil frá hvonn

Lýsingarstova: Krea

Lýsari: hvonn brasserie

Fyri útvarpslýsingar: EITT er allastaðni

Lýsingarstova: Reproz

Lýsari: EITT

Lýsingarfyrtøkan Reproz gjørdist stóri vinnarin á Koluni 2007 við fimm vinningum út av níggju. Síðani átti Sansir tvey fyrstapláss, meðan Petur & Petur og Krea vunnu hvør sína Kolu.

Um 100 luttakarar vóru við á Koludegnum fríggjadagin, umboðandi fyrst og fremst lýsingarvinnuna, men eisini úr hinum vinnunum, sum hava samstarv við lýsingavinnuna.

Tað var Vinnuvitan, sum skipaði fyri Koluni 2007 í samstarvi við Reklamufelagnum.