Tað er eldur í einum russiskum oljureinsiverki, eftir eitt ukrainskt dronuálop, veit Reuters at siga í morgun.
Ukrainskir myndugleikar hava váttað álopið, men siga seg hava rakt eina russiska verksmiðju.
- Verksmiðjan framleiðir útgerð til flúgving og rakettskipanir, siga ukrainar.
Í nátti lupu russar eisini á fleiri býir í Ukraina við bæði dronum og rakettum.
Russisku álopini hava serliga rakt orkuveitingina, og nógv túsund húsarhald eru uttan streym, hita og vatn.











