Sjúrður Skaale sigur, at tað er mark fyri, hvat hann vil góðtaka, men sum støðan er nú, vil hann heldur ikki hótta donsku stjórnina í makrelmálinum.
Tað gjørdi hann greitt í gjár, tá ið danska fólkatingið skifti orð um donsku fíggjarlógina.
Hann staðfestir, at við tað, at Danmark er við í ES, eru Føroyar og Danmark í grundini endað í hvør sínum parti í makrelstríðnum.
Í løtuni samráðast føroyingar við eini hóttan hangandi yvir hødinum um, at verður ongin semja, fer ES at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum.
- Føroyingar halda avgjørt ikki, at ES krøvini eru rímilig og at revolvarapolitikkurin, sum ES førir ímóti føroyingum er brot á góðan sið.
Sjúrður Skaale viðurkennir at støðan er undarlig.
Hann er valdur á Fólkating at umboða Føroyar, men hann stuðlar eini danskari stjórn, sum er limur í ES og sum sostatt verður við til at seta tiltøk í verk ímóti føroyingum.
- Summi hava spurt meg, um mín stuðul til donsku stjórnina er treytaleysur, staðfestir Sjúrður Skaale.
- Tí fari eg at nýta hetta høvi til at gera greitt, at eg hótti ongan. Men mín atkvøða í Fólkatinginum kann sjálvandi ikki brúkast til hvat sum helst, tí eg eri jú valdur at røkja føroysk áhugamál.
Sjúrður Skaale sigur, at hann hevur havt fund við fleiri danskar ráðharrar, sum hava lovað honum, at teir fara at gera alt, ið stendur í teirra makt at finna eina samráðingarloysn á makreltrætuni.
Og kemur tað hartil, at ES fer at seta tiltøk í verk ímóti Føroyum, hava teir lovað, at teir fara at gera, hvat teir kunnu, fyri at ávirka støðuna til frama fyri allan ríkisfelagsskapin.
- Tað er hetta, eg fari at halda meg til í fyrsta umfari, sigur Sjúrður Skaale.