Revsing, revsing & revsing

Sofus í Horni Hansen
biláhugaður

 Fyri at fáa eina ferðslumentan mugu vit ala fólk upp og geva teimum eina mentan frá barnsbeini av. Tí mugu tit orsaka meg, at eg meti, at peningurin var betur farin til eina koyribreyt enn til at fáa serfrøðingar at fortelja okkum nakað, vit øll eiga at vita frammanundan, sigur Sofus í Horni Hansen



At fáa koyrikort er ikki ein mannarættur, men eini framíhjárættindi. Vit skulu hava uppiborið at fáa koyrikort, og samfelagið setir nøkur krøv til okkum í hesum sambandi. Og tað er fyrisovítt í lagi. Men í Føroyum hava vit sum vant fingið fatur á skeiva endanum, og ístaðin fyri at eggja fólki til ávísan innsats og løna teimum fyri gott avrik, so velja vit longu frá byrjan at seta forboð og at revsa.
Eingin hugburðsbroyting kann broyta ynskið hjá stórum parti av unga fólkinum at fáa koyrikort. Eitt koyrikort er neyðugt og ein sjálvfylgja í einum landi, har tørvur dagliga er at flyta seg frá einum staði til annað. Líka so stór sjálvfylgja átti tað at verðið, at skipað varð soleiðis fyri, at hesi, sum verða slept út í ferðsluna, hava fingið bestu ferðsluuppalingina, og at tey veruliga dugdu at koyra bil, tá tey fingu loyvi at koyra bil.
Men vit byrja við forboðum. Vit seta forboð fyri, at tey ungu sleppa at royndarkoyra áðrenn tey eru 18 ár. Vit seta forboð fyri, at mamma og babba og onnur vaksin kunnu royndarkoyra við teimum, áðrenn tey fylla 18. Vit eru fullkomiliga blind fyri tí veruleika, at longri tey hava vant og meira tey hava roynt, betri duga tey at koyra. Tá tey eru 18 fáa tey koyrikort eftir nakrar koyritímar og eina fullkomiliga høpisleysa teoretiska roynd. Her er prísurin ein revsing í sjálvum sær.
Onkur, sum júst hevur fingið koyrikortið, ger tað stóra mistak at koyra framum hávatenn. Koyrikortið hongur í klønum tráð, og revsingin er m. a. at skula uppaftur til nýggja ástøðiliga (teoretiska) roynd, har tann brennandi spurningurin er ein jarnbreytaskering ella ein motorvegaflætting. Til hvat ólukkans nyttu? Hvat lærdi ólukkudýrið av slíkari revsing? Dugdi hann nú betur at koyra?
Gamli úr Sundalagnum, sum hevði koyrt millum Eiði og Kollafjørð í hálvtrýss ár, dittaði sær ein einasta ólavsøkutúr til Havnar, koyrdi 25 centimetrar framum hávatennirnar og skal upp til »orienterandi koyriroynd«. Hvat í Guds garði lærdi hann av tí? Einki, tí revsingin er ikki relevant. Ungi klaksvíkingurin, sum gjørdi sama mistakið, fór til skips, tók koyrikortið av nýggjum, tá hann kom aftur. Revsingin var ikki relevant á nakran hátt - tí revsingin hevði onki tilknýti til misbrotið!
Hevði tað ikki verið betur fyri allar partar, um løgreglan tók í nakkan á viðkomandi og hevði heimild til at siga: Hoyr her gamli, kom til Havnar og ven teg at koyra móti hávatonnum í krossvegum og rundkoyringum fríggjadag í myldritíðini og koyr runt um SMS minst hálvan leygardagin! Tað hevði hann lært nakað av - eini bót og eini irrelevantari orienterandi koyrroynd lærir hann onki av!
Skulu vit revsa, so má revsingin falla beinanvegin og vera relevant, t.v.s. at revsingin má hava tilknýti til lógarbrotið, og tann, ið hevur brotið lógina, má læra nakað av tí, sum hevur við sjálvt lógarbrotið at gera, so hann ikki ger sama mistakið umaftur. At knalla koyribókina og kapittulin um motorvegaflættur í heysin á einum, sum koyrdi hálvan metur ov langt uttan fyri posthúsið tænir yvirhøvur ikki nøkrum endamáli.
Vit eru líka steinbýtt í kjakinum um nullhugsjónina. Høvuðsendamálið við eini nullhugsjón má vera, at tá ein vanlukka er hend, so forða vit fyri, at sama vanlukka kann henda aftur. Tað vil siga, at um neyðugt, so broyta vit fysisku umstøðurnar soleiðis, at sama vanlukka rætt og slætt ikki kann henda aftur. Sum frálíður vil tað føra til, at vit fáa eitt munandi tryggari veganet.
Men tað nyttar alt einki við einum tryggum og góðum veganeti, um fólk ikki duga at koyra. Og mín sannføring er, at vit mugu byrja fyrr, vit mugu læra tey ungu at kenna og brúka akfarið, vit mugu eggja teimum til ein góðan innsats og løna teimum fyri gott avrik. Og koyr so irrelevantu revsingina á vestfallið, vit skapa bara ónøgd - og vit fáa als ikki betri bilførarar á henda hátt.
Tað nýggjasta er, at vit skulu seta serfrøðingar at kanna føroysku ferðslumentanina. Teir koma at leita leingi, tí vit hava onga ferðslumentan. Tað einasta, serfrøðin finnur, er ein ungdóm, sum av tilvild er føddur í einum landi, har tørvur er á bilum fyri at flyta seg úr einum staði til eitt annað. Summi av hesum eru kanska drukkin, tá tey flyta seg frá A til B. Men tað hevur nakað við bilin sum sosialt fyribrigdi og drykkjuvanar at gera.
Fyri at fáa eina ferðslumentan mugu vit ala fólk upp og geva teimum eina mentan frá barnsbeini av. Tí mugu tit orsaka meg, at eg meti, at peningurin var betur farin til eina koyribreyt enn til at fáa serfrøðingar at fortelja okkum nakað, vit øll eiga at vita frammanundan.