Matur ella læknahjálp? Skulu børnini fara aftur í skúla ella til arbeiðis? At vera flóttafólk í Libanon inniber nógv trupul val fyri børn og vaksin. Talið av flóttafólki er nógv økt í hesum lítla landinum við Miðalhavið seinastu árini, og í dag er Libanon eitt tað landið í heiminum, ið hýsir flest flóttafólkum.
Hendan støðan ger, at allar tænastur í Libanon eru undir stórum trýsti, og nógv fólk liva í ringum fátækradømi, uttan at fáa nokk av mati, og uttan atgongd til neyðuga læknahjálp. At ganga í skúla er nakað, sum fleiri hundraðtúsund børn og teirra foreldur bara kunnu droyma um. Stórur tørvur er á hjálp, og Reyði Krossur Føroya hevur tí latið kr. 150.000 til Reyða Kross í Libanon. Hetta kemur afturat teimum kr. 700.000, ið vóru sendar eftir stóru spreingingina í august mánað í fjør.
Peningurin fer eitt nú til at menna tilboð um sálarliga hjálp til tey nógvu flóttafólkini, til at tryggja verju móti harðskapi, sum økist, so hvørt sum livikorini hjá fólki versna, og til grundleggjandi neyðsynjarvørur.
Stuðulin fer til Reyða Kross í Libanon, sum hevur eina lyklastøðu í at skipa humaniter átøk í landinum.