Reyða Krossi tørvar pengar

Árliga landsinnsavningin hjá hjálparfelagsskapinum verður í næsta mánaði

Hvørt ár hevur Reyði Krossur stóra innsavning kring alt landið, og árliga landsinnsavningin í ár verður í september mánaði.

 

 

Tann 13. september fara umboð fyri hjálparfelagsskapin at ganga hurð til hurð við eyðkendu reyðu bússunum.

 

 

Innkomni peningurin fer til ymiskt hjálpararbeiðið, sum Reyði Krossur ger bæði í Føroyum og úti í heimi.

 

 

Hvørt ár manglar Reyða Krossi innsavnarar, og tí heitir felagsskapurin á tey, ið kundu hugsað sær at gingið við bússu á innsavningardegnum, um at venda sær til Reyða Kross. Hvør innsavnari fær eina rutu at ganga, og hvør ruta tekur umleið tríggjar tímar at ganga.

 

 

Til ber at lesa meira um landsinnsavningina her