Reyði Krossur hjálpir flóttafólkum í nýggjari bústaðarloysn

Seinasta samdøgrið hava starvsfólk og sjálvboðin hjá Reyða Krossi arbeitt saman við myndugleikum at fáa alt klárt í einum bústaðartilboði til flóttafólk, sum mugu flyta úr sínum fyribilsbústøðum áðrenn summar.

Myndugleikar heittu á Reyða Kross fyrst í vikuni at hjálpa við humanitera innsatsinum í hesari uppgávuni.

 

Í løtuni arbeiða vit við at taka ímóti fyrstu familjunum og tryggja, at hesi fáa eitt trygt og virðiligt stað at búgva í, inntil ein varandi bústaður verður funnin.

 

Talan er um eina trupla og ótrygga støðu, sum fleiri flóttafólk hava staðið í leingi. Vit fegnast tí um, at ein loysn loksins er funnin – og vit vóna, at myndugleikarnir framhaldandi fara at arbeiða við at loysa bústaðarneyðina, sum rakar bæði flóttafólk og føroyingar við bústaðartørvi.