Lars Løkke Rasmussen hevði helst mist forsætisráðharrasessin, um val var í dag.
Meirilutin hjá Vinstra og teimum borgarligu flokkunum er fúnaður nakað. Ein nýggj veljarakanning frá Gallup vísir, at sera javnt er millum veingirnar í donskum politikki.
Um fólkatingsval var í morgin, hevði Lars Løkke Rasmussen helst mist forsætisráðharrasessin, er niðurstøðan hjá Berlingske við støði í kanningini.
50 prosent av teium 1551 spurdu veljarunum høvdu valt ein av borgarligu flokkunum, meðan 49,8 høvdu valt vinstraveingin.
Umsett til sessir í Fólkatinginum, so stendur reyði vongurin til 88 sessir móti 87 til bláav ong. Orsøkin til tað er, at Kristendemokratarnir fáa 0,7 prosent av atkvøðunum og fáa tí ikki umboð á Fólkatingi.
Gallup telur ikki føroysku og grønlendsku umboðini við í síni kanning, skrivar Ritzau, sum staðfestir, at á valinum í juni vann reyði vongurin allar fýra sessirnar í Føroyum og Grønlandi.
– Verða tey løgd aftur at úrslitinum hjá reyða veingi, so kann staðfestast, at reytt fleirtal er í Fólkatinginum, skrivar Ritzau.
Jacob Jensen, virkandi politiskur orðførari hjá Vinstra heftir seg við, at kanningin er »meget tæt«.
– Tað er vanligt, at tann sitandi stjórnin svinnur eitt sindur eftir valið. Men havandi turbulentu støðuna í huga, bæði ta fíggjarligu og flóttafólkastøðuna, so er tað kortini ikki so galið, sigur Jacob Jensen við Berlingske.
Bæði Vinstri og Danski Fólkaflokkurin við ávikavist 18,5 og 19,3 prosentum gana umleið eitt prosentstig aftur í mun til seinastu Gallupkanning.
Stuðulin til Javnaðarflokkin er støðu við 24,6 prosentum.
Alternativið veksur til 9,7 porsent úr 8,8 í desmberkanningini hjá Gallup.
Fyrr í hesi vikuni vísti ein kanning hjá Greens í Børsen, at reyði vongur – við Javnaðarflokkinum, teimum Radikalu, Eindarlistanum, SF og Alternativinum – hevði meiriluta upp á 52,5 porsent.
Sambært blaðnum var tað fyrstu ferð síðani valið, at reyði vongur stóð til at fáa meirilutan í Fólkatinginum, skrivar Ritzau.