Reytt kort í Gundadali

Eiler Rasmussen vísti tvær ferðir gult og harvið reytt kort, tá ið hann hevði bríkslað fyri síðstu ferð

Tað gongur fyri seg í Gundadali í hesum døgum. Í dag og í kvøld vunnu bæði HB og B36, sum harvið framvegis eru tvey tey ovastu.

B36 vann seinnapartin tætta uppgerð ímóti Víkingi, sum harvið í løtuni ikki er partur av kappingini um FM.

Í kvøld vann HB 1-0 ímóti EB/Streymi. Harvið er HB topplið – trý stig frammanfyri B36 og fimm stig frammanfyri KÍ, sum í kvøld vann 2-0 á Argjum.

 

Felags fyri allar sigrarnar hjá teimum trimum fremstu vóru, at teir vóru teprir og ikki serliga sannførandi. Serliga HB var undir trýsti síðstu løtuna, tá ið EB/Streymur legði nógv fyri í royndini at javna.

Tað vóru fleiri spentar støður frammanfyri HB málið, men tað eydnaðist heimaliðnum at halda tørn, og harvið vann HB fyri sættu ferð við einum máli. Tvær ferðir hava tepru sigrarnir verið ímóti EB/Streymi, sum bæði í fjórða umfari og aftur í kvøld hevði marginalirnar ímóti sær.

 

Philip Djordjevic hevur fyrr í ár havt ilt við at vinna sær pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Í dag var hann á vøllinum allan dystin á tamb. Tað verður hann ikki næstu ferð, tá ið Víkingur fer á vøllin, tí tá verður hann leikbannaður.

Eftir at Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vísti Philip Djordjevic sína misnøgd við dómaran, sum vísti honum gula kortið. Tað fann Víkinga spælarin seg ikki í, og so sá hann gult einaferð aftrat og harvið eisini reytt.

 

Seinastu ferðirnar hava teir í NSÍ leitað eftir málinum. Í dag var Pól Jóhannus Justinussen fremsti maður, tá ið NSÍ vann 5-0 í Sørvági. Tað varð hildið, at hann skoraði tvey mál, men dómarin skrivaði tað fyrra at vera sjálvmál Tá ið ein hálvur tími var eftir, loysti Øssur Dalbúð hann av, og hann skoraði tvey mál.

 

Við 2-0 heimasigri ímóti Suðringum slapp Skála sær undan, at hóttanin av niðurflyting næstu vikurnar skal standa á skránni.

 

Skála - Suðringar 2-0 (1-0)

1-0: Brian Jakobsen 5.

2-0: Ólavur Mikkelsen 85.

 

07 Vestur - NSÍ 0-5 (0-2) 

0-1: sjálvmál 17.

0-2: Pól Jóhannus Justinussen 19.

0-3: Petur Knudsen 59.

0-4: Øssur Dalbúð 65.

0-5: Øssur Dalbúð 79.

 

HB - EB/Streymur 1-0 (0-0)

1-0: Jógvan Skeel Nolsøe 48.

 

B36 - Víkingur 2-1 (1-0)

1-0: Eli Falkvard Nielsen 45.

1-1: Adeshina Lawal 60.

2-1: Erlendur Magnusson 64.

 

AB - KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Steinbjørn Olsen 44.

0-2: Aksel B. Danielsen 89.

 

Støðan eftir ellivu umfør

HB1191121728
B3611812241125
1172219923
NSÍ11623211020
Víkingur11524161317
Skála11425101314
EB/Streymur11245111410
Suðringar1131781610
AB112277198
07 Vestur1101107321

 

Tólvta umfar

Sunnudagin 27. mai

Víkingur - KÍ

EB/Streymur - Suðringar

07 Vestur - Skála

B36 - NSÍ

AB - HB