Reytt kort oyðilegði alt fyri B68

HB vísti tol og skoraði síðsta korterið tvey mál á Svangaskarði

Tað endaði við favorittsigri á Svangaskarði. Inntil tað restaði eitt korter, var tað málleyst, men so fekk HB hol á, og lítla løtu seinni var støðan 2-0. Sigurin ber við sær, at HB er næstfremst við 32 stigum. Tapið ber við sær, at B68 er á sætta plássi við 11 stigum.

 

HB hevði betri tak á bóltinum mesta partin av tíðini, men heimamenninir vístu góðan hugburð, og teir vóru eldhugaðir. Heilt avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið var tað, at Boubacar Dabo fimm minuttir undan steðginum sá reytt. Eiler Rasmussen hevði gula kortið á lofti eftir samanbrest millum Viljorm Davidsen og Dabo, men hjálpardómarin gav dómarunum boð um, at talan var um brot, sum átti at sektast við reyðum korti.

 

Beinanvegin eftir steðgin varð Mohamed Samba settur á vøllin fyri Hanus Højgaard. Tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá HB, men toftamenn vóru væl skipaðir og hildu tørn, inntil tað restaði eitt korter.

 

Viljormur Davidsen legði innfyri við horna úr høgru, og ein av heimamonnunum var óheppin, tá ið hann stýrdi bóltin í málið. Seks minuttir seinni átti vongverjin í vinstru Ári Mohr Jónsson, sum átti uppleggið, og Mikkel Dahl stýrdi mitt fyri málinum bóltin í málið.