Nú skúlarnir byrja aftur, ávarar Ráðið fyri Ferðslutrygd foreldur móti at lata børnini sigla sín egna sjógv, tá tey fara í skúla, men heldur at venja tey við leiðina frá heimi til skúla.
Tá skúlarnir byrja, koma eini 700 smærri børn út í ferðsluna. Hesi skulu á fyrsta sinni finna sær veg millum heim og skúla. Børnini eru lítil á vøkstri og kunnu tí vera trupul at síggja millum bilarnar. Tey skulu samstundis venja seg við at ferðast einsamøll í ferðsluni, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.
Fyrsta tíðin í skúlanum er spennandi. Nógv nýtt er at taka støðu til hjá børnunum umhvørvi, vinfólk og lærdómur. Hetta serliga ta fyrstu tíðina. Tí mælir Ráðið fyri Ferðslutrygd til at foreldur venja skúlaleiðina við børnunum, áðrenn skúlin byrjar. Hetta kann til dømis vera ta seinastu vikuna av summarfrítíðini, har tit ganga ella súkkla til og úr skúla við barninum. Her kunnu foreldur og børn í friði og náðum venja leiðina.
Stundir eru at tosa um ferðsluna, og hvørjum ein skal ansa eftir. Tess oftari tit ganga leiðina, tess betur dugir barnið. Tað er ikki nóg mikið at tosa um trygga ferðslu - neyðugt er eisini at venja.
Nær børn duga at bera seg rætt at í ymsum ferðslustøðum valdast bæði um aldur og evni. Foreldur eru tey, ið duga at meta um, hvat teirra børn megna. Bæði í mun til tað tey hava vant í ferðsluni, og hvussu ferðslan er, har tit búgva.
Her eru nøkur góð ráð um at ganga, koyra og súkkla í skúla:
TIL GONGU Í SKÚLA
Velja tit at ganga í skúla, minnist tá til:
Ver ein góð fyrimynd í ferðsluni, og halt ferðslureglurnar. Barnið lærir meiri av tí, ið tú gert enn av tí, tú sigur.
Far niður í knæ og síggj ferðsluna frá barnsins sjónarhorni. Børn hava ikki sama yvirlit yvir ferðsluna sum vaksin.
Vel ta tryggastu leiðina tað er ikki vist, at tað er stytsta leiðin.
Lær barnið grundleggjandi reglurnar í ferðsluni: Hygg til báðar síður, áðrenn tit fara yvirum. Farið bara yvirum vegin, har tað er trygt at fara yvirum, og tit síggja væl. Lær barnið at ansa serliga væl eftir, tá tit fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella onnur støð, har tey ikki síggjast beinanvegin. Lær tey ikki at renna tvørtur um vegin, men heldur ganga kvikliga.?
Barnið er nústanni klárt at ganga einsamalt í ferðsluni um 8-10 ára aldur, alt eftir hvussu búgvið tað er, og hvussu nógv ferðsla er í umhvørvinum.
Tess oftari tú gongur við barninum í ferðsluni, tess fyrr verður tað búgvið at ganga leiðina sjálvt.
Í BILI Í SKÚLA
Velja tit at koyra í skúla, minnist tá til:
Brúka bilbelti og bint altíð barnið rætt eisini tó at tað er stutt til skúlan.
Hugsa ikki bert um trygdina hjá tínum barni. Gev tær eisini far um hini børnini á vegnum.
Ver ein góð fyrimynd í ferðsluni og halt ferðslureglurnar. Barnið lærir meiri av tí tú gert, enn av tí tú sigur.
Ger eftir ásetingunum hjá skúlanum um ferðslu kring skúlan.
Royn við hvørt at parkera eitt sindur frá skúlanum, og gakk tað seinasta pettið saman við barninum, so barnið fær royndir við at ganga í ferðsluni.
Á SÚKKLU Í SKÚLA
Velja tit at súkkla í skúla, minnist tá til:
Ráðið fyri Ferðslutrygd metir, at børn nústani um 10-12 ára aldur eru før fyri at hava yvirlit í ferðsluni og harvið eru klár at ferðast einsamøll í ferðsluni á súkklu. Hetta er harumframt treytað av, at tey frammanundan hava lært um ferðsluna og fingið venjing frá vaksnum. Eisini valdast um umhvørvi.
Fortreytin fyri, at tit súkkla í skúla er, at barnið dugir at brúka súkkluna. Barnið skal duga at stýra, bremsa og venda uttan at missa javnvágina ella kvøkka.
Lær barnið grundleggjandi reglurnar í ferðsluni: Hygg til báðar síður, gev tekin at venda og steðga og so framvegis.
Nýt súkkluhjálm. Fert tú í súkkluhjálm, vísir tú barninum, at soleiðis eigur tað at vera.
Vel ta tryggastu leiðina tað er ikki vist, at tað er stytsta leiðin.
Tess meiri tit súkkla í ferðsluni, tess fyrr dugir barnið at súkkla einsamalt.
Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í skrivi.