Fótbóltur
Leygardagin var finalan í heimsins elstu fótbóltskapping – FA cup – á Wembley leikvøllinum í London.
Chelsea vann finaluna 2-1, men tað var kortini Everton sum byrjaði best. Everton gav bóltin upp, og teir fóru beinleiðis í álop. Eitt innlegg úr vinstru bleiv bara lutvíst ruddað burtur av Chelsea. Bólturin endaði hjá Fellaini, sum beindi bóltin yvir til fraklendingin, Louis Saha, sum bankaði bóltin í netið. Tá vóru bert 25 sekund farin av dystinum, og er talan um skjótastu skoring í einari FA Cup finalu nakrantíð. Gamla metið átti Roberto di Matteo, sum spældi við Chelsea, tá gamal metið var sett. Ì FA Cup finaluni í 1997 skoraði di Matteo aftaná 43 sekund í finaluni ímóti Middlesbrough.
Chelsea tók yvir
Chelsea tók meir og meir yvir, og tá 21 minuttir vóru farnir javnaði London-liðið til 1-1.
Florent Malouda sendi bóltin inn til Didier Drogba, som stútaði bóltin framvið Tim Howard í Everton-málinum til javnleik 1-1. Tá ein tími var farin var Nicolas Anelka spældur leysur av Frank Lampard, men fraklendingurin lobbaði bóltin við síðunnar av málinum.
Lítla løtu seinni fekk Louis Saha ein stóran málmøguleika, men hann stútaði bóltin upp um málið.
Tá 72 minuttir vóru farnir, skoraði Chelsea sigursmálið. Frank Lampard fekk góða tíð til at leggja sær bóltin til rættis, og frá 20 metra fjarstøðu setti hann bóltin í netið til 2-1 til Chelsea. Løtu seinni hevði Chelsea møguleikan til at koma uppá 3-1. Florent Malouda skeyt eitt dundurskot frá 30 metra fjarstøðu, sum rakti yvirleggjarin og fór niður á málstrikuna, har Tim Howard fekk fangað returin. Everton royndi at stríðast, men teir komu ikki til nóg nógvar málmøguleikar, og máttu boyggja seg fyri yvirmaktini.
Seinasti hjá Hiddink
Dysturin gjørdist tann seinasti hjá Guus Hiddink, sum Chelsea-venjari, men Chelsea-venjarin hevði ikki hug at feira sigurin.
– Eg má fara beina leið avstað, fyri at fyrireika russiska landsliðið til tann komandi HM-kvalifikasjónsdystin, segði Hiddink við enska blaðið, Daily Mirror.
Hiddink er nøgdur við, at tað hevur eydnast honum at lyfta liðið ta tíðina hann hevur verið venjari hjá Chelsea.
– Vit hava fyrireikað okkum væl. Steypakappingin hevur stóran týdning, og tað hevur stóran týdning at vinna eitt heiti hetta kappingarárið. Vit eru ovurfegnir um sigurin, staðfesti Hiddink.
Kortini er tað rættiliga hugtungt hjá hollendska meistaravenjaranum at skulu fara úr London.
– Eg havi sagt farvæl fyrr í øðrum størvum, men aftaná at hava arbeitt saman við spælarunum, og teimum sum starvast rundan um liðið, so gerst tað rættiliga kensluborið at siga farvæl.
Guus Hiddink sigur seg havai dámt hvønn minutt í starvinum sum venjari hjá Chelsea. Talan er um fimta FA Cup steypaheiti hjá Chelsea. Chelsea hevur áður vunnið FA Cup kappingina í 1970, 1997, 2000, og í 2007. Guus Hiddink hevur áður, sum venjari vunnið steypakappingina í Hollandi fýra ferðir. FA cup kappingin er fyrsta steypakappingin, sum Hiddink vinnur uttanfyri heimlandið.