1998 var tað heitasta árið á Jørðini í meiri enn hundrað ár, og 2002 og 2003 vóru næstan líka heit. Í fjør var meðalhitin á Jørðini 14 stig, og tað var hálvtannað stig oman fyri meðalhitan miðskeiðis í farnu øld, og 2004 var tískil tað fjórðiheitasta árið síðani endan á 19. øld, sigur NASA.
Men árið í ár verður tað heitasta, siga amerikonsku serfrøðingarnir. Orsøkin er økt dálking frá eitt nú bilum og stórídnaði, samstundis kyrrahavsfyribrigdið El Nino verður veikt í ár.
James Hansen hjá NASA sigur við Reuter, at ein onnur orsøk til tann veksandi hitan er, at Jørðin tekur meiri orku frá sólini til sín nú enn fyrr, og tí verður ein minni partur av sólarorkuni sendur út aftur í rúmdina. Tað saman við einum veikum El Nino ger, at 2005 verður heitari enn tey bæði seinastu árini og kanska eisini heitari enn metárið 1998, sigur James Hansen.