Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Ribe-Esbjerg spældu í kvøld í Ribe Fritidscenter dyst móti Nordsjællandi í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Tað endaði við stórsigri 41-31 til Nordsjælland, ið var á odda 20-13 í steðginum.
Teis var saman við Benjamin Hallgren næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Teir skutu fimm mál hvør. Toppskjútti hjá Ribe-Esbjerg við átta málum var Karl Wallinius.
Ribe-Esbjerg er næstaftast í deildini við 13 stigum. Tó eru bert fýra stig upp til gylta áttanda plássið, ið gevur rættin at kappast í endaspælinum við lokið grundspæl.
Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir Ribe-Esbjerg dyst á útivølli móti liðnum hjá Óla Mittún, GOG.










