Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri almennum fyrilestri mikukvøldið 16. februar 2000 kl. 20.00 í Nóatúni 1.
Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, heldur fyrilestur, ið hann kallar: Fjølmiðlarnir og størri kollektivar avgerðir, við atliti at sjálvstýrismálinum.
Hetta er sætti fyrilestur í røðini við evnum m.a. úr Hvítubók.
Tróndur Djurhuus hevur útbúgving frá Danmarks Journalisthøjskole eftir eina støðis-útbúgving í Samfelagsvísindi við Roskilde Universitetscenter. Tróndur starvaðist sum journalistur á bløðum, í Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya, áðrenn hann fyri stívliga fimm árum síðan tók við starvi sum stjóri í Sjónvarpinum. Hann er føroyskt umboð í Nordvisiónini og umboðsráðslimur í Circom Regional, sum er heimsins størsti felagsskapur av sjónvarps-rásum.
Riggaði amboðskassin hjá Høgna? Í fyrilestrinum fer Tróndur Djurhuus m. a. at tosa um, hvussu leikluturin hjá fjølmiðlunum er broyttur gjøgnum tíðirnar, og um leiklutin hjá miðlunum í nútíðar fólkaræðinum. Hvør setur dagsskránna, hvørji val gera ein fjølmiðil og hví? Við atliti til fullveldismálið og fólkaatkvøðurnar verður spurt, um retorikkur í miðlunum kann flyta atkvøður ? og um so er: hvussu? Og hvussu skulu politikkararnir bera seg at. Er tað t. d. ein fyrimunur at hava sjónvarpstekki? Og fekk landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum nakran ivandi í sín part við hjálp av umboðskassa sínum?
Sí eisini heimasíðuna www.sleipnir.fo/setur/tiltoek