Rigmor fær kortini svar í dag

Nú løgmaður er burturstaddur, fer varaløgmaður at svara javnaðarkvinnuni.

Rigmor Dam hevur sett løgmanni ein munligan fyrispurning um millum annað fátækramarkið, men í gjár segði løgmaður, at hon fór ikki at fáa svar í dag, vegna tað, at løgmaður er burturstaddur.

 

Hann er boðin í føðingardag hjá Margrethu, drotning, og er tí staddur í Danmark í dag. Í gjár segði løgmaður við in.fo, at væntandi fór spurningurin at verða svaraður næstu ferð, høvi beyðst, sum allarhestl fór at vera næsta mikudag.

 

Nú koma tó onnur boð, og líkt er til, at Rigmor Dam kortini fær svar. Eftir øllum at døma fer varaløgmaður, Annika Olsen, at svara spurningin vegna løgmann.

 

Umframt at vera varaløgmaður, er Annika Olsen eisini landsstýriskvinna í almannamálum, og var tað hon, sum í mars mánað í 2014 tók ímóti álitinum um fátækramark.