Síðan 2015 hevur Glasir hevur søkt um at fáa loyvi at seta á stovn eina tøknibreyt í Tórshavn. Ein tøknibreyt er ein verklig miðnámsútbúgving, ið raðfestir náttúruvísindaligar og tøkniligar lærugreinar.
Men Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum noktar. Og orsøkin er - í øllum førum eisini - at man skal taka atlit til skúlan í Klaksvík.
In.fo hevur fingið hendur á teldubrævasamskifti millum stjóran á Glasi og Mentamálaráðið og har ger verkætlanarleiðarin greitt, hví umsóknin er noktað. Har stendur millum annað soleiðis:
"Landsstýriskvinnan heldur tað vera óheppið at farið verður undir nýtt tilboð, nú verandi skúlar eru á einum vegamóti, har karmarnir verða riggaðir av, og fólk, bæði mentalt og fysiskt, fyrireika seg at flyta úr í Marknagilsdepilin. Harumframt ynskir landsstýriskvinnan at slíkt tilboð verður fyrireikað væl og virðiliga, bæði í mun til hølis- og útgerðartørv, lærarakreftir og ikki minst við atliti til møguligar avleiðingar fyri tilboðið í Klaksvík"
Munurin á tildømis Tekniska Skúla í Havn og eini verkligari miðnámsútbúgving er, at søkjast kann víðari inn á hægri lærustovnar við við tí verkligu miðnámsútbúgvingini.
Meira um hetta málið seinni.