Ríkisveitingin verður nú minni enn 600 miljónir

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 verður ríkisveitingin næsta ár 591 miljónir krónur, sum er 25 miljónir krónur minni enn í ár.

Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, hevur júst havt framløgu av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024. 

 

Raksturin av føroyska samfelagnum í 2024 fer at kosta 6 miljardir og 553 miljónir krónur . Løgurnar næsta ár verða 732 miljónir, og inntøkurnar hjá landskassanum verða 7 miljardir og 221 miljónir krónur.

 

Hetta gevur eitt rakstrarhall hjá landskassanum fyri 2024 á 64 miljónir krónur.

 

Í fíggjarlógaruppskotinum verður ríkisveitingin skorin við 25 miljónum krónum, soleiðis at veitingin kemur niður á 591 miljónir krónur í 2024.

 

- Hetta merkir, at ríkisveitingin nú verður minni enn 600 miljónir krónur. 

 

Ruth Vang, fíggjarmálaráðharrin, segði, at strembað verður eftir einum sjálvberandi búskapi.

 

- Kunnu vit ikki skerja ríkisveitingina nú, meðan føroyski búskapurin er sterkur, kunnu vit spyrja, nær tað so verður, helt hon fyri.

 

Fíggjarmálaráðharrin segði, at hóast búskaparligu avbjóðingarnar eru nógvar, hava Føroyar ein sterkan búskap.

 

- Vit eru nú líka rík, sum okkara grannalond eru, og hesi teljast millum ríkastu lond í heiminum, segði Ruth Vang.

 

In.fo fer at venda aftur til ymsikt av tí, sum er í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024, nú uppskotið er almannakunngjørt.

 

##med2##