Ríkisveitingin úr Danmark eigur helst at vera burtur um 10-15 ár. Tað segði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, nú Fólkatingið hevur umrøtt fíggjarlógina fyri í ár.
Sjúrður Skaale segði tað er ikki sørt av eini kollvelting, at ríkisveitingin er lækkað so nógv, síðani hon varð skerd yvir 300 milliónir um árið fyrst í hesi øldini. Og kollveltingin er ikki av enn.
Var tað ikki hent, hevði ríkisveitingin verið nógvar ferðir størri enn hon er í dag, sigur hann.
Nú hevur samgongan sett sær fyri at lækka hana 25 milliónir afturat um árið, so úrslitið verður, at um fýra ár er danska ríkisveitingin 100 milliónir minni enn hon er í dag. Tá verður ríkisveitingin 550 milliónir, og tá verður hon ein ógvuliga lítil partur av føroyska búskapinum.
Men Sjúrður Skaale heldur, at tað er ikki sunt fyri føroyska samfelagið at byggja á stuðul úr einum øðrum landi, tí vit eiga at liva av tí, vit sjálvi skapa.
Hann ásannar, at ríkiveitingin hevur gagnað føroyingum væl, men í longdini er tað ikki sunt, at dúva upp á stuðul úr einum øðrum landi, sum einki arbeiði liggur aftan fyri í Føroyum.
Hann tekur undir við, at ríkisveitingin verður niðurlagað so líðandi og hann heldur, at um eini 10 – 15 ár eigur hon at vera heilt burtur.
Tá ið ríkisveitingin er burtur kunnu Føroyar og Danmark verðið upp aftur betri enn tað er nú, tí tá høvdu vit havt ein felagsskap, sum byggir á samstarv og felagsskap - ístaðin fyri at byggja á bundinskap.