Rikke Hvilshøj fer frá

Danski ráðharrin í innflytaramálum boðaði í kvøld frá, at hon leggur frá sær í næstu viku Rikke Hvilshøj, ráðharri í innflytaramálum, fer úr stjórnini, tá stjórnin ætlandi verður umskipað í næstu viku. Tað sigur hon við Berlingske Tidende í kvøld.

Sum ráðharri í innflytaramálum hevur Rikke Hvilshøj ofta staðið fyri skotum, men hon leggur dent á, at tað er ikki orsøkin til, at hon fer frá.

Rikke Hvilshøj varð vald í Fólkatingið í 1998 fyri Vinstra, og hon hevur umsitið innflytaramál síðani 2005. Nú ætlar hon sær at taka fólkatingsarbeiðið uppaftur, men hon stillar ikki upp, tá val verður aftur, sigur hon.