Steypafinala í meistaradeildini hjá kvinnum hevur verið í høllini á Hálsi seinnapartin, har greiða oddaliðið í meistaradeildini, Fleyr, spældi ímóti Drátti.
Tað var Dráttur, sum kom best frá byrjan, og hóast Fleyr tók timeout og fekk javnað til 8-8, so rann Dráttur avstað aftur og vann fyrsta sett uppiborið 25-22.
Annað settið minti nógv um tað fyrsta. Fleyr fekk aftur eina vánaliga byrjan og kom afturúr 5-0, men tær fótaðu sær aftur og javnaðu til 12-12. Tað kostar tó orku at renna aftaná, og Dráttur streyk avstað aftur og vann eisini hetta settið 25-22.
Tað var nú síðsta útkall hjá Fleyr, og havnakvinnurnar megnaðu eisini at reisa seg í triðja setti, har tær vóru omaná at kalla allan vegin og eisini vunnu settið trygt 25-15. Sostatt minkaði Fleyr um munin til 2-1 í settum.
Í fjórða setti hevði Dráttur leingi eina tepra leiðslu og kundi líkst at vera ávegis finalusigrinum, men Fleyr javnaði til 15-15 og legði seg síðan á odda 19-15. Tað vendist ikki aftur hjá Drátti í hesum settinum – Fleyr vann tað 25-21, og so var 2-2 í settum.
Fimta og avgerandi sett byrjaði javnt, men við støðuna 2-2 rann Fleyr avstað og legði seg á odda 6-2 og 12-5. Kósin var longu sett hjá Fleyr, sum at enda vann settið 15-8 og harvið steypafinaluna 3-2 ímóti Drátti.
Fleyr – Dráttur (22-25, 22-25, 25-15, 25-21,15-8)