Tað heftir einki fyri óføru dreingjunum umborð á Fípuni Føgru.
Fyri einari viku síðani vunnu teir á norðoyastevnu. Tá var fjarstøðan aftur til næsta bátin níggju sekund. Tá var Fiskurin úr Vági næstfremstur.
Í dag kappaðust teir á sundalagsstevnu í Hvalvík. Fípan Fagra vann aftur í dag, og sigurin var uppaftur meiri sannførandi. Tað vóru tíggju sekund aftur til næsta bátin, sum í dag var Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag.
Fiskurin var fýra sekund aftanfyri Fípuna Føgru. Tað var spennandi kapping um triðja plássið, tí tað var heilt stutt aftur til Knúk úr Eysturkommunu.
1 Fípan Fagra 2.45.35
2 Ingibjørg 2.55.41
3 Fiskurin 2.59.16
4 Knúkur 3.00.43
5 Falkur 3.02.39
6 Dúgvan 3.03.45
7 Spógvin
8 Pílur
9 Firildur
10 Beinta
11 Royndin Fríða
12 Nísan