Rimmar val

Undan valinum var rætti­­liga stórur spenn­ing­­ur um, hvussu komm­unu­sam­an­leggingin fór at ávirka úrslitið í summum komm­unum. Ein av hesum var Horsens, sum eftir sam­an­leggingina eisini um­fatar tær báðar minnu kommunurnar Gedved og Brædstrup. Valið her var ser­liga spennandi, tí vanliga standa Sosialdemokratarnir sterkir í Horsens, meðan Vinstri hevur verið sterk­ur í hinum báðum komm­ununum.
Men úrslitið var, at Sosial­demokratarnir vunnu ein so ruddiligan sigur, at teir mynda meiriluta utt­an hjálp frá øðrum flokk­um. Tað var ikki minst høv­uðsvalevninum, fyrr­ver­andi verjuráðharranum Jan Trøjborg, fyri at takka. Sosial­­demokratarnir fingu ikki minni enn 48,3 prosent av atkvøðunum og 16 av teimum 31 býráðslimunum. Vinstri fekk 11 umboð í bý­ráðið.