Rinda 10.000 krónur um mánaðin fyri at búgva á sambýli

- Vit hava ítøkilig dømi um, at pensjónstur rindar 9.500 krónur um mánaðin fyri at búgva á sambýli.

Men hjá summum pensjónistum, sum hava krígspensjón, ella aðra pensjón, kann gjaldið koma upp á bæði 10.000 krónur og 11.000 krónur um mánaðin.

Tað staðfestir Sirið Stenberg, forkvinna í sosialu nevnd í Vágs Býráð.

Fyrr eindaði búfólkið eitt fast gjald fyri at búgva á sambýli, men fyri einum sløkum ári síðani varð tað broytt, so at nú verður gjaldið ásett eftir, hvussu góð pensjónin er.

Men tað besta av øllum er, at hóast kommunurnar hava stórar útreiðslur av sambýlum, fáa tær ikki eitt oyra av hækkingini, tí landskassin fer við øllum.

- Vit rinda bæði fyri náttarvaktir, mat og annað í sambandi við sambýli, men vit fáa ikki eitt oyra, vísir Sirið Stenberg á.

Hetta ætlar Vágs Býráð nú at gera nakað við, tí tey halda, at tað er órættvíst, at landskassin fer við øllum, samstundis sum at kommunan hevur stórar útreiðslur.

Tí fer býráðið nú at seta seg í samband við Kommunusamskipan Føroya at vita, hvørja støðu aðrar kommunur hava til hetta.

- Vit halda, at kommunan eigur at fáa ein part av gjaldinum og vit vilja eisini, at gjaldið fyri at vera á sambýli og á ellis- og røktarheimi, eigur at verða javntsett.

Á ellis og røktarheimið eru nógv betri tænastur og fleiri hentleikar til búfólkið, men har hevur kommunan ongar útreiðslur av rakstrinum yvirhøvur.

Og nú vil Vágs Býráð hava gjaldið javntsett so at somu reglur verða galdandi, sama um pensjónisturin býr á sambýli ella á ellis- og røktarheimi, sigur Sirið Stenberg.