Ring byrjan hjá nýggju Dimmalætting

Fyrsti roknskapurin hjá nýggju eigarunum hjá Dimmalætting vísir eitt so stórt hall, at allur eginpeningurin er burtur, og at eginognin er negativ við 865.000 krónum

Rólant Waag Dam

Tað var fyri sløkum ári síð­ani, tann 15. september í fjør, at nýggju eigararnir tóku yvir blaðraksturin av Dimma­l­ætt­ing. Rokn­­skap­ur­­in er gjørdur fyri hetta tíð­ar­skeiðið, frá hálvum sep­tem­ber fram til árskiftið, og hann vísir eitt undirskot upp á 936.236 krónur. Tað merk­ir, at hetta undirskot er upp­arbeitt upp á tríggjar og ein hál­van mánað.
Í leiðslufrágreiðingini í rokn­skap­i­num, sum er fram­løgd á aðalfundi 2. au­gust, sigur leiðslan, at fel­ag­ið hev­ur gjørt týð­andi rakstr­ar­lig­ar til­lagingar í ár. Tí roknar leiðslan við, at rakst­urin í hesum árinum fer at geva eitt heldur minni hall, og at raksturin næsta ár fer at geva avlop - og leiðl­san ætlar at endurreisa smá­part­a­pen­ing­in við hesum avlopi.
Men fíggjarliga grund­ar­lag­ið er tó ikki komið upp á pláss, tí leiðsl­an sigur eisini, at fel­ag­ið er í samráðingum um fígg­ing av rakstrinum, sum hon vónar bera á mál.
At bløð­ini eru í tu­ng­­u­m s­jógvi sæst á øllum brøgd­um. Rokn­skap­urin hjá Sosialinum vart tann lakasti í fleiri ár, og vísti hann eitt hall fyri alt ár­ið 2010 upp á 783.000 krónur.
Meðan eginognin hjá Dimm­a­læt­ting ­er minus 865.000 krón­ur, so hevur Sos­i­al­urin tó eina eginogn upp á 8,4 milliónir krónur at tera uppá.