Klaksvík: - Noy galø, nú var tú ov seinur. Hevði tú verið her fyri einum hálvum tíma síðani, so skuldi tú hoyrt nakrar sannleikar um kommununa!
- Eg veit ikki um vit orka at byrja uppá tað orðaskiftið einaferð enn, sigur ein av ónevndu egnarunum við umboðið fyri Sosialin.
Hesir menninir hava stríðst fyri seg, og brúka nú løturnar í einum av mongum egningarskúrum, til at egna sær nakrar stampar hvønn einasta dag. Soleiðis forvinna teir sær nakrar eyka krónur, aftrat teirri mangan ódrúgvu fólkapensjónini.
- Nå, so tú ætlar at fáa eina samrøðu við okkum. Tað verður ikki bara lætt, tí vit tosa altso bara fyri pengar, sigur ein av tilkomnu egnarunum. Hinir bresta út í látur.
- Tú voyst, hvussu tað er: Ein sakførari, hann skal hava so og so nógv fyri at tosa fyri teg. Vit skulu ikki bara hava so og so nógv. Men vit skulu hava rættiliga nógv fyri at práta við teg!
Teir koma tó skjótt til sættis um, at teir eru fegnir um at sleppa at siga sína hjartans hugsan um skilið – ella rættari sagt fíggjarliga óskilið – í Klaksvíkar kommunu.
Fram er komið, at kommunan skyldar rættiliga nógvan pening og at neyðugt verður at traðka á fíggjarligu bremsuna komandi árini. Tað er tí ikki uttan orsøk, at fólk hava hug at ilskast inn á býráðið og borgarstjóran sum hava stýrt ov illa á tí fíggjarliga økinum.
- Lívið hevur bara lært meg so mikið, at ein maður sum ongatíð ger nakað lort, hann ger altso ov lítið!, sigur ein av egnarunum.
Hinir nikka játtandi til hesa útsøgnina. hóast tað langt frá er vist at teir allir fara at stuðla afturvalinum av verandi borgarstjóra, Steinbjørn O. Jacobsen.
- Eg haldi í øllum førum, at hann er ein góður maður. Hann er eitt gott menniskja, og má bara innaftur, tí hann vil gera nakað gott fyri okkum.
- Tað er bara keðiligt at skuldin er vorðin so stór hesi seinastu árini, og at inntøkurnar eru farnar niður í nærum einki!
Okkara íkast
Tað er ruskut í veðrinum seinnapartin henda hósdagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjar egningarskúrin. Uttanfyri er bæði vindur og sera grovir ælingar, men her inni í tí eina egningarskúrinum er friður, men ikki tøgn.
Hesir menninir hava allir gingið í lívsins skúla, og duga tí væl at síggja og skilja, hvat gongur fyri seg í samfelagnum uttanum teir: Í teirra høvdi melur ikki einans agn, fiskur og lína.
Teir ynskja allir sum ein, at teirra reini og fríði býur skal vaksa og mennast í framtíðini. Men teir harmast kortini um, at fíggjarstøðan skal vera so vánalig.
- Tað er sera keðiligt, at støðan er sum hon nú einaferð er. Tað ringasta er kortini tað, at kommunan fær einki gjørt, tí vit eru bundin niður í stórari skuld.
- Tann stóri trupulleikin er ikki tað at ov nógv er gjørt, men at ov lítil inntøka hevur verið tey seinastu árini. Vit royna í øllum førum at geva okkara íkast í tóma kommunukassan við egningini, sigur ein teirra.
Ein annar egnari er skjótur at svara til:
- Ja, tað er púra vist, at tað er líka nógv gjørt hesi seinastu fýra árini, meðan Steinbjørn hevur verið borgarstjóri, sum øll árini ið Jógvan sat. Tað má sjálvandi kosta!
Eina løtu er tøgn, og so kemur ein søga frá einum av monnunum – ikki óvæntað um Húshamar, sum á sinni hitti ein kendan lærara, sum av læknanum varð ráddur frá at arbeiða eina tíð. Tá var Húshamar skjótur at spyrja hin, um hann so heldur ikki kundi vera lærari – altso um lærarastarvið kundi metast sum arbeiði!
- Eg má bara gleðast um, at eg hoyri alt fleiri og fleiri ungfólk siga, at tey fara at læra til handverkarar. Fyrr hevur ein altíð hoyrt um teldur og skúlar, men nú er helst ein broyting við at koma í. Tað er gott at onkur er, sum tímir at brúka hendurnar at arbeiða við!
Dugi ikki at vera misfornøjaður
Teir harmast sjálvandi um støðuna í kommununi, men vænta kortini, at hon fer at reisa seg aftur úr øskuni.
Ein teirra fer út eftir einum nýggjum stampi. Hann veit, at herúti gongur tjakið lívliga um fíggjarligu støðuna í kommununi. Sagt verður, at høvuðstrupulleikin til støðuna er at kommunan hevur ikki havt nóg góða ráðgeving og útgreiningar í sambandi við tær ymisku verkætlanirnar í býnum.
Aðrastaðni verður misnøgdin víst við tað flóvisliga í, at kommunan enn einaferð má niður á knø, og tað í tíðum sum hava verið sera góðar og við nógvum inntøkum innan fiskivinnuna. Nú verður kanska neyðugt at hækka skattin og steðga fleiri verkætlanum.
- Hjá mær er tað so, at eg havi einki problem av hesum. Eg eri fornøjaður við tað sum er. Ja, eg dugi faktiskt ikki at vera misfornøjaður, kemur frá tí eina prátingarsama egnaranum.
Hesum er ein annar maður, ið stendur við rygginum ímóti honum als ikki samdur við honum í. Hesin er týðiliga misnøgdur við býráðsarbeiðið hesi seinastu fýra árini:
- Nei, eg haldi, at vit hava alla orsøk at vera misnøgdir og eisini skuffaðir av teimum í býráðnum. Eg haldi, at teir skuldu verðið skiftir út allir sum ein, og at nýtt og yngri fólk kom inn ístaðin.
- Tað kann væl vera, svarar hin aftur. Men tað er upp til okkum og hinar veljararnar at avgera. Tað nyttar í øllum førum einki, um eg biði onkran velja Steinbjørn ella Hans Arna. Tað er tín og mín atkvøða sum avgerð valið.
- Ja, letur í einum triðja. Sóu tit listan hjá Folkens (tað er: fólkaflokkurin)? Har vóru ikki færri enn 13 nøvn á listanum. Gud vit, hvat teir hugsa fyri sær. Teir hava so í øllum førum stuðlað væl uppundir at koyra kommununa á heysin. Og nú ætla teir sær so at yvirtaka alt býráðið!?
Einki grenj við arbeiði
Hesir vísu egnararnir í skúrinum á Stongunum hava eisini gjørt sær sínar metingar um, hvussu kommunan skal koma burtur úr hesi truplu støðuni.
Teir eru greiðir yvir, at tað krevur góða sálarliga styrki at vera politikkari, líkamikið um tað gongur væl ella illa fíggjarliga. Kanska er verri at vera politikkari, tá trupulleikar eru at hóma í havsbrúnni.
- Eitt stig at bøtt um støðuna kundi verið at minkað um fólkið í býráðnum og í umsitingini. Tað eru alt ov nógv fólk harinni, og eg haldi heilt erliga eisini, at tey fáa ov lítið av skafti.
- Tað eitist, at tey skulu vera óunnverilig. Eg haldi, at færri fólk høvdu fingið munandi meiri av skafti, kemur frá einum eldri manni.
- Ja, sigur ein annar. Eg havi onkutíð havt ørindi har, men tá tað endiliga er opið og tú kemur inn hagar, so fært tú ikki fatur á nøkrum. Tey eru altíð upptikin við onkrum øðrum.
Semja er um, at har eru ov nógvir kokkar í býráðnum, og at tann rætturin teir borðreiða við fyri fólkinum er ikki nóg góður. Neyðugt er at senda fleiri av hesum kokkunum úr messuni og út á dekkið at arbeiða.
- Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvør skal til hús. Tað er ikki serliga stuttligt at avgera tað, tí fleiri fólk er nústaðni sett í starv. Men eg ivist onga løtu í, at fleiri teirra fáa minst 30.000 krónur um mánaðin – so her er beinanvegin peningur at spara.
- Ja, hetta kenna vit alt til, vit sum hava balst á sjónum alt okkara lív. Í dag verður beinanvegin tosað um at geva kreppuhjálp, um fólk gerast arbeiðsleys. Eg havi so ongatíð fingið bjóða slíka hjálp. Um vit høvdu gjørt ein ringan túr, so ráddi bara um eitt – og tað var at skunda okkum avstað aftur sum skjótast!
Hann fær ikki sagt meiri, tí nú er ein øgiligur larmur, nú gágguknúsarin er farin í gongd. Tá maskinan umsíðir tagnar, er ein annar egnari í ferð við at siga eina søgu, frá tíðini tá hann var til skips.
- Eg var í hemara fyri nógvum árum síðani. Vit vóru 12 mans umborð, og vit skipaðu okkum soleiðis, at fýra høvdu altíð frí. Seinni gjørdust vit bara átta mans, og tá varð tað sum í himmiríki. Allir mans arbeiddu og eingin grenjaði tað allarminsta.
- Soleiðis áttu teir eisini at gjørt í Klaksvíkar kommunu!
Tey duga norðanfyri
Valið til býráðið verður um ein góðan mánað, og menninir í egningarskúrinum lata ikki koma til sjóndar hvat teir fara at velja hesaferð.
Tá løgtingsvalið var í januar mánaði, vóru politikkararnir óførir at vitja inn í skúrarnar at fáa eitt prát.
- Eg sá onkustaðni, at Bjørn Kalsø kom inn í ein annan skúr tilfeldigvís akkurát, tá fólk frá Sosialinum vóru har.
- Og ja, eg havi sjáldan sæð løgmann meiri aktivan í mínum langa lívi, enn tá hann hjálpti til at bera stampar umborð á útróðrarbátin her á Stongunum sum skuldi til útróðrar.
- Men, sigur tann triði. Eg vænti heilt erliga ikki, at okkara menn fara at gera tað sama. Tað plaga teir ikki at gera, og spurningurin er um teir tora at hitta egnaran í skúrinum, so illa sum teir hava stýrt hesi seinastu árini.
- Ja, hugsa tær til, at hetta hava verið so sera góð ár til inntøkur, men skuldin hjá kommununi er bara økt og økt. Nú eiga vit næstan ikki okkum sjálvi longur, sigur ein av yngru monnunum.
Sandur og standmynd
Hann er júst liðugur við ein stamp, og fer útum eftir einum nýggjum. Hann sær kanska ikki allan vegin inn á sandin ella í Vágstún, har tvey prógv eru um, hvussu ein kann brúka pening skilagott ella minni skilagott:
Útfyllingin av sandinum liggur sum ein ruin, og stóra standmyndin er fyri mongum eitt týðiligt tekin um, hvussu dýr ið mentan kann vera fyri eina skuldarbundna kommunu.
Hyggur hann norðureftir, so er málið um samanleggingina við Hvannasund eisini eitt sum kemur honum til hugs hesa løtuna. Ein snøggur og kostnaðarmikil faldari varð gjørdur fyri at lokka sundafólkini upp í Klaksvíkar kommunu, men hetta eydnaðist altso ikki. Í dag skilir hann nógv betur hví, ið tey vóru so avgjørd har norðuri. Tey vilja sjálva ráða yvir sínum ognum, millum annað teirra 11 mió krónum á bók.
Tað sum undrar hann og mong onnur var, at uppgerðin yvir inntøkur, útreiðslur og ikki minst lánsbyrðuna hjá klaksvíkingum bygdu í roynd og veru á gomul tøl – heilt afturi frá 2006. Tá sóu tølini munandi betri út enn í dag.
- Ja, hugsið tykkum til: Tá stóð Klaksvík til einans at skylda 111 mió krónur, men í dag er talið vorðið minst 140 mió. Hví skuldu tey har norðuri hjálpa okkum við okkara botnleysu skuld?
- Jú, eg skilji tey væl!
Hemmiligt
Flestu egnararnir í skúrinum eru úr Klaksvík, men ein teirra kemur allan vegin av Viðareiði og higar at egna. Hann fær eisini síni skot við á leiðini av lokalu egnarunum.
- Ja, tað eru mong sum halda, at tit á Viðareiði eru so smekkfull í pengum. Hvussu er við tí, - eigur ikki kommunan nógvan pening á bók? Liggja ikki onkrar milliónir undir madrassunum har norðuri?
Viðingurin er annars spakmæltur, men hesaferð er hann skjótur við svarinum. Fyrr áttu viðingar fleiri bátar, men teir eru allir seldir. So spurningurin er, hvussu nógvar inntøkur koma í hesa norðastu kommununa av útróðri.
- Eg veit so ikki, hvussu nógvan pening vit eiga. Eg haldi at tað er hemmiligt! Vit fara so ikki at avreiða hesar í tann tóma kommunukassan her í Klaksvík, sigur hann við einum brosi.