? Sjálvandi er tað keðiligt fyri okkum, at bátar, sum ikki eru góðkendir, sigla við ferðafólkið, men eg vil siga, at tað er ringast fyri ferðafólkini sjálvi, sigur 27 ára gamli Fróði Skúvadal, sum í 10 ár hevur siglt undir Vestmannabjørgini.
? Har er ongin trygd fyri tey. Onkrir bátar hava ongi bjargingarbelti, og kanska ein bjargingarbát til fýra fólk, men tá teir sigla við fleiri enn fýra hjálpir tað ikki nógv. Men tað eru fólk sjálvi, sum eiga at vita, at hetta kann gerast vandamikið, og tað er í síðsta enda teirra egna val.
Fróði sigur, at teir bátar, ið eru góðkendir at sigla við ferðafólki, melda hóast alt ikki hinar bátarnar. Teir flestu av bátunum kunnu sigla við 12 fólkumum bjargingarútgerðin er í lagi, men tað er hon ikki hjá fleiri av teimum.
Bygdur til endamálið
Sp/f Skúvadal hevur tveir bátar. Annar er Barbara og hin er Urðardrangur. Barbara verður, nú meðan verkfallið er, brúkt til at flyta fólk um sundið.
? Barbara er bygd at sigla við ferðafólki, greiðir Fróði Skúvadal frá. Tað kostaði nógv eyka at fáa trygdarútgerðina upp á pláss. Til dømis er hon bygd í rúmum, sum eru vatntøtt, so um hol kemur inn í tað eina rúmið, so fyllast hini ikki. Eisini er hon gjørd úr serligum glasfibur, sum eldur ikki lætt kemur í. Bara hetta gjørdi, at báturin gjørdist eini 25 % dýrari enn vanligt.
Umframt alt hetta serliga, so skuldi bjargingarútgerð eisini til. Neyðrakettir, eldsløkkjarar, bjargingarbátar/vestar og annað, sum ger tað nóg trygt at sigla við Barbaru.
? Bjargingarbáturin umborð er gjørdur til 37 fólk, og vit hava loyvi at hava 28 umborð. Vit hava eisini eyka bjargingarvestar, so tað skuldi verið í lagi.
? Tað er eitt sindur hugstoytt at síggja, at ein og hvør bátur sleppur at sigla aftur og fram, serliga tí vit hava lagt so nógva orku, tíð og pengar í, at fáa bátin góðkendan.
Fróði vil ikki rættiliga inn á tað neyva talið av peningi, ið brúkt varð fyri at fáa bátin í lagi. Men Barbara er ein P-bátur. Passager-bátur. Tað vil siga, at til hennara, verða somu krøv sett, sum til Norrønu. Maskinpassari skal vera umborð tá siglt verður, og eisini verða heilt onnur krøv sett til, um millum annað stabilitet. Eisini verður kravt, at tann, ið førir bátin, hevur dugnaskapsroynd í sigling.
Síðani hann var 16 ára gamal, hevur Fróði Skúvadal siglt undir Vestmannabjørgini, so hann metir, at hann hevur eitt sindur av royndum, og í summar byrjar hann uppá 11. summarið undir Vestmannabjørgunum.