Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku í dag ímóti Bjerringbro í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Talan gjørdist um sjeynda tapið av sjey møguligum hjá Ringkøbing í hesum kappingarárinum.
Í dag tapti Ringkøbing 24-30. Undan steðginum gekk væl hjá heimaliðnum, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki var Bjerringbro tó greitt omaná.
Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av tíðini. Rakul bjargaði einari av sjey málroyndum tá hon vardi málið hjá Ringkøbing. Stephanie Andersen bjargaði fýra av 28 málroyndum.
Ringkøbing er aftast í deildini sum tað einasta liðið við ongum stigi.
Klokkan 18 taka Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti verandi meistarunum, Esbjerg á heimavølli. Esbjerg er risastórur favorittur og tað verður ein sera torførur dystur hjá Mariu og liðfeløgunum, men samstundis ein stór uppliving.