Ringt at finna meir álítandi farleið

Ein av teimum trúgvastu ferðafólkunum við gamla Smyril, man vera Johan Søren Berg á Berg Transport.

Johan Søren koyrir frakt, og seinastu sjey árini hevur hann ferðast millum Havnina og Tvøroyri tríggjar ferðir um vikuna, so hann hevur roynt eitt sindur av hvørjum, tá tað ræður um veður og vind. Men skipið má sigast at vera ómetaliga sjógott, heldur hann, tí tað kann teljast á aðrari hondini, hvussu nógvar túrar Smyril hevur avlýst.
- Meir álítandi ferðasamband man verða ringt at finna  sjálvur havi eg heldur ongantíð staðið eftir á keiini øll hesi sjey árini, sigur Johan Søren.
Johan Søren viðgongur, at túrarnir onkuntíð hava verið nakað buldraligir, men tað hevur ikki bilað. - Eg eri gamal sjóðmaður, og mær dámar væl at sigla, so fyri meg hevur tað fyri tað mesta bara verið hugnaligt, sigur Johan Søren.
Dagarnir hjá Johan Søren blíva ofta langir  hann fer frá húsum klokkan seks á morgni og er ikki heima aftur fyrr enn um tíggju tíðina á kvøldi, so á veg norð aftur leggur hann seg ofta at sova.
- Jú, eg havi fingið mangan góðan blundin umborð á Smyrli, sigur Johan Søren, sum heldur ikki hevur kent tað sum tíðarspillu at verða noyddur at ferðast góðar tveir tímar aftur og fram tríggjar ferðir um vikuna.
Man hevur jú onki annað val, so tú kanst líka so gott fáa tað besta burturúr tíð. Manningin er so sera fyrikomandi, og tað liggur altíð væl fyri at fáa eitt hugnaligt prát við onkran. Øll tosa bara um tunlar nú, og teir hava uttan iva eisini sínar fyrimunir. Men tá tað ræður um sosialu samveruna, formáa tunlarnir sær lítið afturímóti skipunum, sigur Johan Søren avgjørdur.