Ringt at revsa fullar skiparar

Hóast vit sum tjóð hava siglt í meira enn túsund ár, so hevur lóg­gáv­u­vald­ið hjá okkum ikki enn á­sett, hvussu fullur ella edrú­­ur, tú kanst vera, tá tú stýr­ir skipið ella báti.

Men koyrir tú bil, er lógin púra greið: Tú skalt ikki hava meira enn 0,2 promillu av al­k­­­o­holi í blóðinum, so fellir ham­­a­rin.

Dømi vóru í síðstu viku um tveir dómar, har tilburðurin í øðrum førinum kostaði tvey mannalív.

Hevði tað ver­ið ein bil­førari, sum so­leið­is varð dømd­ur fyri ó­vilj­að mann­dráp, hevði hann utt­an iva fing­ið nakr­ar mán­að­ir í gegl­ið og mist koyr­i­kort­ið í nøkur ár.

Politiski myndugleikin skuldi tikið sær um reiggj og sett somu reglur í gildi fyri full­ar skip­ar­ar sum fyri fullar bilførarar.