? Nú er tað rætt at arbeiða fram ímóti at privatisera bæði Fiskasøluna og Fiskavirking.
Hesa niðurstøðu er nevndin í Framtaksgrunninum komin til, sambært ársfrágreiðingini hjá grunninum, sum varð almannakunngjørt mánadagin.
Men hóast hetta, skilst, at tað er hvørki í dag, ella í morgin, at nakað hendir á økinum.
Tí formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin, Wilhelm Petersen, sigur, at enn hevur nevndin onki gjørt fyri at privatisera tær báðar størstu fyritøkurnar í føroysku fiskivinnuni.
Sostatt er ongin tíðarætlan ásett.
Ei heldur hevur nevndin gjørt sær greitt, hvussu hetta skal gerast.
? Tað einasta, vit siga, er, at nú eru fortreytirnar við at verða skaptar fyri at privatisera tey bæði feløgini.
Tað, hann sipar til, er, at bæði Fiskavirking og Framtaksgrunnurin høvdu yvirskot í fjør og at bæði feløgini somuleiðis vænta yvirskot í ár.
? Tí heldur nevndin, at grundarlag er fyri at tosa um at privatisera tey aftur, tí nú kunnu tey bæði feløgini vera áhugaverd hjá privatum íleggjarum at seta pening í.
Í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin stendur, at grunnurin skal selja íløgurnar aftur.
Nógv fleiri umsóknir
Annars sigur nevndarformaðurin, at Framtaksgrunnurin hevur fingið væl fleiri umsóknir um íløgur, enn hann hevur havt.
Higartil hevur Framtaksgrunnurin bara verið við til at fíggjað sjey virki. Í fjør játtaði hann bara tveimum umsóknum, men onnur varð síðani tikin aftur.
Men nevndarformaðurin sigur, at hóast talið er lítið, hava uppávurnar verið stórar. Hann sipar í hesum sambandi sjálvandi til Fiskavirking og Fiskasøluna.
? Men nú hava vit nógv fleiri umsóknir liggjandi, harav nakrar teirra eru so áhugaverdar, at vit fara at kanna tær nærri, saman við stigtakarunum.
Hann sigur, at talan er bæði um verkætlanir i fiskivinnuni og á øðrum økjum.
? Bæði fyri samfelagið, og fyri Framtaksgrunnin hevur tað týdning, at íløgurnar eru eru so spjaddar yvir fleiri øki.
Nú tær stóru uppgávurnar hjá Framtaksgrunninum eru loystar, og Fiskavirking og Fiskasølan eru komin í trygga legu, verður uppgávan hjá Framtaksgrunninum broytt, tí framyvir heldur hann, at grunnurin skal brúka sína fíggjarliga orku til at menna nýggjar vinnuvegir.