Leikurin hevur fingið ójavna umtalu. Tveir løgtingsmenn hava dittað s?r at m?lt ímóti leikinum, tó uttan at hava s?ð hann. Ikki serliga "originalt"
Onnur útvald eru biðin um at siga sína hugsan í útvarpinum, og varð leikurin av hesum lyftur upp til skýggja!
Nógv hevur verið gjørt burturúr hesum "reklamum" fyri at fáa fólk at koma í leikhúsini og síggja leikin, men helst meiri fyri at geva tað ynskta fíggjaravkastið, sum helst hevur vignast v?l.
Undirritaði er nokk líka forvitin sum flest onnur, og tá ein skjúldur undirtóni um innihaldið verður nóg v?l framborin, so freistast v?l øll at síggja, hvat er í v?ntu.
Leygardagin 23. november var tímin komin til Sandoynna, so undirritaði var í einari ávísari tvístøðu um tíð til møguleikan at síggja leikin, tí vit fingu fremmandar gestir í bygdina, og hetta fall saman um somu tíð.
Kvøldið fyri kom undirritaði fram við einum handilsvindeyga, har sokallað "plakat" var hongd upp fyri í høvuðsheitum at lýsa innihaldið. Gjørdi m?r ómak at lesa alt. Men eg gjørdist r?tt og sl?tt skelkaður!
At hugsa s?r, at nakrar kvinnur við virðing fyri s?r sjálvum kundu fáa seg til at savna eina sovorðna mongd av óveruligum og onkisigandi orðavavstri um partar av likami teirra, tað er fyri m?r so langt úti, at eg eigi ikki orð fyri tí!
Tað skal sjálvsagt dirvi til at bróta við gamlar moralskar og kanska ofta undirtrykkjandi normar, men at nýta hetta dirvi, sum í hesum føri, í so stóran mun at niðurgera kvinnuna, tað segði m?r somikið, at her var ikki gróðrarbotnur fyri mínum forvitni fyri einum "ótraditionellum" sjónleiki!
Síðan skal eg skoyta upp í, at eg rokni meg ikki sum nakað hóskandi evni til ein moralskan varðhund, men við mínari virðing fyri "kvinnuni", so var í hvussu so er plakatin andstyggilig!
Eg skal eisini viðmerkja, at í síni tíð vóru kona mín og eg sjálvur virknir sjónleikarar, um ikki professionellir, men eg haldi fast við, at um kona mín var við í einum sovorðnum sjónleiki sum Ginusøgur, so høvdu allar mínar kenslur fyri henni farið fyri bakka!
Nú veit eg ikki, um innihaldið í leikinum liggur á somu niðurgerandi kós sum plakatin, so eg kann ikki taka støðu til sjálvt innihaldið, men fororðini bóru vána boð.
Undirritaði er greiður yvir, at við hesum úttalilsum verður ein útsettur fyri ákoyringum av sokallaðu "mentamafiuni", men tað leggi eg einki í, tí eg havi mínar egnu tankar um henda part av mentanini, og har kenni eg meg so meðvitandi hóast veikleikar, at eg havi einki at l?ra av teimum "stóru".