Afturhvarv
Tað er ikki yvir at dylja, at tað var ein serligur dagur, tá ið Hovstunnilin varð sprongdur ígjøgnum hósdagin.
Men fyri Páll Sigurjónsson, hevði dagurin ein heilt serligan týdning.
Hann er íslendingur, men hann hevur eitt heilt serligt tilknýti til Føroyar.
Fyrstu ferð, hann kom til Føroya, var á hásumri í 1961, tá ið hann var einans 29 ára gamal.
Tá vóru ørindini at standa fyri arbeiðnum at gera Føroya fyrsta tunnil, sum er tunnilin ímillum Trongisvág og Hvalba.
Tað var eisini hansara fyrsta uppgáva, sum verkfrøðingur.
Seinastu árini hevur hann verið arbeiðandi nevndarformaður hjá Ístak og hevur verið við til at gera Hovstunnilin.
Og Hovstunnilin verður hansara seinasta uppgáva sum verkfrøðingur.
- Eg bæði byrjaði og endi mína yrkisleið í Suðuroy og sostatt byrjaði og endaði sirkulin hjá hesum fryntliga íslendinginum í Suðuroy.
Hann var við at stovna Ístak í 1970 og varð stjóri har til í 2003. Tá gjørdust hann arbeiðandi nevndarformaður, sum hann nevnir tað. Men nú hann er 75 ára gamal, ætlar hann at leggja frá sær, sum arbeiðandi nevndarformaður og bara verða nevndarformaður.
Savnaði gamlar tunnilsvinir
Men nú hann er komin aftur til Føroya á síni seinastu arbeiðsuppgávu, áðrenn hann leggur frá sær, helt hann eisini, at hetta var orsøk til at gera nakað heilt serligt burturúr.
Tí tók hann stig til at savna so nógvar saman sum til bar av teimum, sum eru eftir á lívi av teimum, ið vóru við til at byggja hvalbiartunnilin fyrst í sekstiárunum.
Teir gomlu tunnilsmenninir, ið arbeiddu í Hvalbiartunlinum, eru flest allir búsitandi í Hvalba, so teir síggjast javnan.
Men hetta er fyrstu ferð, at teir allir eru savnaðir aftur, saman við teirra gamla fyristøðumanni, sum hevði sett teir í starv, tá ið teir allir vóru blaðungir.
Og tað eydnaðist honum at savna níggju av teimum gomlu tunnils-vinunum aftur í Hovstunlinum hendan dagin, seinasta skotið varð latið av.
- Eg helt heilt avgjørt, at gomlu tunnilsmenninir í Hvalba skuldu bjóðast við til hetta hátíðarhaldið, so at vit fingu høvi at hittast aftur, sigur hann.
Hann sigur, at í Hvalbiartunlinum varð seinasta skotið latið av ímillum jól og nýggjár í 1962 so tað eru akkurát 44 ár síðani.
Men eftir at Hvalbiartunnilin var liðugur, var hann við at gera Vatnbyrgingina í Havnardali og so fylgdi hann eisini við arbeiðnum at gera tunlarnar á Borðoynnni og arbeiðnum at gera Sandvíkartunnilin.
- Tað er eitt stórt upplivilsi at síggja, hvussu góð samferðslan í Føroyum er blivin hesi seinastu 40 árini.
Hóast Páll Sigurjónsson nú er 75 ára gamalur, ætlar hann ikki at leggja heilt frá sær, tí hann ætlar sær framvegis at røkja starvið sum nevndarformaður í Ístaki.
- Tað var fantastiskt at hitta teir gomli hvalbingarnar aftur. Teir vóru avbera dugnaligir til tunnilsarbeiðið. Men tað var óivað royndirnar úr kolanámunum, sum komu teimum til góða, tí hóast tað er hvør sítt, vóru teir vanir at arbeiða undir jørð og at grava tunlar, sigur Páll Sigurjónasson.
Eisini teir gomlu hvalbingarnir vóru fegnir um at hitta íslendingin aftur, sum teir ikki høvdu sæð í eini 40 ár.
- Hann var ein ógvuliga dámligur maður, so at tað var stuttligt at hitta hann aftur, siga tunnilsmenninir.